AVDÚKING: Kaj Leo gevst í politikki

Mikudagin fyllir Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, 60 ár. Hann hevur skerdan førleika og stríðist við at standa uppreistur. Sosialurin hevur prátað við hann um lívið, sjúku og politikk

Men hvussu er tað so at fylla seksti?

– Tað er fantastiskt. Alternativið er nógv verri. Man skal vera takksamur fyri at koma so langt. Tað er altíð tað fyrsta, man má hugsa um. Tí eg havi upplivað so mikið nógv í lívinum, at hvørja ferð man hugsar aftur á, verður man eitt sindur forskrektur, svarar Kaj Leo Holm Johannesen.

– Jú, eg havi verið nøgdur við lívið upp á allar mátar. Havi havt eitt spennandi lív og havi eisini verið í nógvum rokum. So ja, eg vil siga, at nøgdsemi er tað mest rámandi orðið um kensluna at fylla 60.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað í drúgvari samrøðu við Sosialin hesaferð, har hann eisini avdúkar eina stóra nýggjheit:

– Eg stilli ikki upp aftur, avdúkar hann fyri Sosialinm

– Eg havi trivist óalmindiliga væl í politikki. Men einaferð verður man jú mettur. So eg fari ikki at stilla upp aftur í politikki. Tað fari eg ikki, sigur hann.

– Við teimum avbjóðingum, eg havi, so er tað minni hugaligt at vera í politikki. 

– Men ikki bara tað. Tí tá tú hevur verið í politikki í 25 ár, so er spurningurin eisini, um tað ikki er nokk. 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sitið á tingi í 22 ár, síðani hann fyrstu ferð varð valdur á ting í 2002. Hann er valdur aftur á ting fimm ferðir síðani tá: Í 2004, 2008, 2011, 2015, 2019 og í 2022. Hann sat sum løgmaður frá 2008 til 2015, og hann sat sum landsstýrismaður í seinastu samgongu frá 2019 til 2022.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á netinum á sos.fo