Vil hava greiðu á uppboðssølu av húsum í Føroyum

Løgtingsmaður vil hava Høgna Hoydal at greiða frá, hvussu húsasølumarknaðurin í Føroyum er skipaður

Tað er Sólvit Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Høgna Hoydal, landssrtýrismanni í vinnumálum ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr landsstýrismannin soleiðis:

1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum?

2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað so, at afturlatnar uppboðssølur av ognum eisini verður ein møguleiki?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Sólvit Nolsø á, at tað gerst alsamt torførari hjá fólki at útvega sær bústað í Føroyum.

– Fleiri hava víst á tað sum eina høvuðsorsøk til, at fleiri nú aftur leita sær av landinum, sigur hann.

– Trupulleikarnir á bústaðarmarknaðinum eru sjálvandi samansettir, og tað er eingin einføld ella einsíðug loysn. Eitt, ið vit áttu at hugt nærri at, eru almennu uppboðssølurnar á bústaðarmarknaðinum, sigur løgtingsmaðurin.

Hann vísir á, at almennar uppboðssølur hava tað við sær, at fólk eru útsett fyri at spenna bogan meira enn gott er, tí tey fleiri ferðir skulu taka støðu til nýggj boð, sum koma upp á húsini, tey eru áhugað í.

– Almenn boð kunnu eisini hava við sær, at fólk, sum bjóða upp á eini sethús, skulu í eina almenna kapping við fólk, sum hava nóg mikið av tiltakspeningi at keypa frítíðarhús fyri.

– Almennar uppboðssølur gera eisini, at hús, sum frammanundan eru dýr, ofta dýrka meir enn helst gott er, tí eitt prískríggj stendst av støðuni, sigur Sólvit Nolsø.

– Samanumtikið kann sigast, at húsamarknaðurin í Føroyum er fyrst og fremst til fyrimunar fyri seljarar. Talan skal sjálvandi ikki verða um at avtaka marknaðin, men heldur skumpa hann eitt sindur longri móti miðuni, so bæði keyparar og seljarar kunnu kenna sæl væl til rættis á honum, sigur Sólvit Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum tí hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum hendan grein 52a fyrispurningin.