3. Deild
Landskappingin í fótbólti er farin at halla og nú eru eisini tær avgerðandi løturnar fyri upp- og niðurflyting ímillum tær ymsu deildirnar farnar at nærkast.
Í triðju deild verður ein dystur í Hvalba í morgin, sum verður rættiliga avgerðandi fyri, hvør vinnur rættin til at spæla í 2. deild komandi kappingarár
Tað verður, tá ið tey bæði oddaliðini í 3. deild, Royn og VB, hittast á grasinum í Hvalba í morgin klokkan 14.30.
Í løtuni er VB á odda í 3. deild við 39 stigum, men beint í hølunum á teimum er Royn við 38 stigum.
Hetta eru try bæði einastu liðini, sum hava møguleika at gera seg galdandi í uppflytingarstríðnum í ár, tí tey næstu liðini liggja langt aftanfyri. Akkurát, hvussu langt aftanfyri tey eru, er ikki til at siga, tí tað vísur seg at vera ómetaliga trupult at fáa hagtøl til vega fyri 3. deild. Men tað er greitt, at liðið, sum er nummar trý, er minst 10 stig aftanfyri Royn.
Dysturin í morgin er tann triðseinasti í kappingini og vinnur VB, verða teir sostatt fýra stig frammanfyri Royn, tá ið bara tveir dystir verða eftir og tað skal tí rættiliga nógv til, skal uppflytingin gleppa teimum av hondum.
Aftaná dystin í morgin hevur VB tveir heimadystir eftir.
Vinnur Roynd hinvegin, eru teir tvey stig frammanfyri VB áðrenn teir báðar seinastu dystirnar, men Royn hevur teir truplaru dystirnar eftir, tí báðir eru teir útidystir. Men í øllum førum ber til at siga, at so hava teir lagnuna í egnum hondum og tað ber neyvan til at kæra seg um tað.
Tað skilst, at Royn væntar nógv fólk at hyggja at dystinum. Teir fara eisini at gera okkurt serligt burturúr, m.a. fara teir at burturluta ein veðr, nátungar og sodavatnskassa. Eisini verður kakutombila í Roynhøllini.