Talv
Av tí at kappingin er í Føroyum er ætlanin at føroysku telvarnir skulu spenna seg rættiliga út. Vanligt hevur verið, at talvsambandið hevur tikið telvarnar út, men hesuferð hava allir ungir føroyskir telvarar havt møguleikan. Talvsambandið bjóðaði øllum til tvær undankappingar og eina avgerðandi úttøkukapping, sum verður í dag. 2 telvarar úr hvørjum aldursbólki sleppa við.
Undankappingarnar vóru í Vestmanna og í Klaksvík. 8 teir bestu telvarnir í hvørjum aldursbólki skulu so telva um tet tvey plássini í NM kappingini í februar.
Martin og Hans Kristian sjálvskrivaðir
Bara tveir telvarar sleppa undan at telva undankappingina. Tað eru teir báðir OL telvarnir Martin Poulsen og føroyameistarin Hans Kristian Simonsen. Í elsta aldursbólkinum eru teir í serklassa og skulu umboða Føroyar. Martin vann bronsu í seinastu kapping og Hans Kristian vann snarkappingina.
Í hinum fýra bólkunum vera dystir um tey bæði atgongumerkini. Tríggir bólkar vera avgjørdir í dag og hin seinasti, bólkurin fyri dreingir føddir í 1986/87 verður avgreiddur næsta vikuskiftið.
Hjá teimum sum dáma bæði telving og ættargransking ? og tey eru ikki so fá, kann tað vera spennandi at lesa nøvnini á teimum 32 telvaranum, sum skulu telva um at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini. Á listanum eru fleiri nøvn sum ganga aftur og aftur í kongarøðini við føroyameistarum.
Teir 8 sum skulu telva í bólkinum 1986/87 eru Rani Baldursson úr Klaksvíkar Talvfelagi, Sjúrður Thorsteinsson av Tvøroyri, Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvágs Talvfelagi, Olaf Berg og Tummas Hans Rubeksen úr Havnar Telvingarfelagi, Andras Ortind úr Sørvági og Per Jacobsen úr Gøtu Talvfelagi. (telvað næsta vikuskiftið)
1988-89:
Fríðbjartur D. Olsen, Rógvi Mortensen, Henry Berg og Bjarni Jacobsen úr Havnar Telvingarfelagi, Heri Thomsen, Andras Mikkelsen og Sam Jacobsen úr Gøtu Talvfelagi, Ingi W. Joensen úr Miðvágs Talvfelagi,
1990-91:
Rógvi Dragaberg, Dánjal P. Jacobsen, Eilif Arge, Bogi Hansen og Regin Sivertsen allir úr Klaksvíkar Talvfelagi, Helgi D. Ziska og Margar Berg úr Havnar Telvingarfelagi og Dia Guttesen úr Gøtu Talvefelagi.
1992 og yngri:
Eli Nolsøe Leifsson, Bárður Jacobsen og Magnus Dánjalsson Klaksvíkar Talvfelagi, Hjalti Toftum og Heiðrikkur Jacobsen úr Havnar Telvingarfelagi, Rógvi E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelagi, Johan Vørmadal og Jógvan E. Joensen úr Vestmanna Talvfelagi.