Avgerðin fellur í Hoyvík

Við sigrinum á Kyndli vunnu vestmenningar seg upp á triðja plássið á stigatalvuni. Tað er longu nú greitt, at bronsumerkini verða handað í høllini í Hoyvík næsta vikuskiftið

Nú eru bara bronsumerkini eftir at stríðast um hjá hoyvíkingum og vest­menningum. H71 tapti fyri kollfirðingum, og tað hevur við sær, at VÍF liggur best fyri í stríðnum um bronsu­heiðursmerki.
Fyrimunin vunnið teir sær í ítróttarhøllini í Vestmanna í gjár. Tað hevur verið lítið veiggj í Kyndli seinastu vikurnar, og kyndils­-
menn hóttu heldur ikki VÍF í gjár. Úrslitið var 31-26. Holgar
Djurhuus var toppskjútti við átta málum.

Hans Áki útvístur
Tað var miðskeiðis í fyrra hálv­leiki, at VÍF fór frá gestunum. Holgar Djurhuus gekk fremst í álops­spælinum, tá heimaliðið vann sær eina leiðslu á fýra mál. Vest­menn­ingar syrgdu fyri við stinnum verju­spæli, at Kyndil ikki kom nærri eftir steðgin.
Tá sjey minuttir restaðu í av dyst­inum varð Hans Áki Dal-Christiansen útvístur fyri triðju ferð. Tað hevði ikki stórvegis ávirkan, tí heimaliðið var tá á odda 28-22.

Bronsumerkini upp á spæl
Næsta vikuskiftið spæla H71 og VÍF sín seinasta dyst í hesum kapp­ingarárinum. Liðini bresta saman í Hoyvíkarhøllini. Vestmenningar hava 25 stig, sum er eitt meira enn hoyvíkingar. Treytirnar eru tískil einfaldar, um H71 ætlar sær bronsu­merkini. Kravið er ein sigur.