Avgerðin liggur hjá Sverra Midjord

Avgerðin um, hvørt mannamunsgreinin skal broytast, soleiðis at samkynd verða vard í revsilógini, tykist liggja hjá Sverra Midjord úr Javnaðarflokkinum, sum ikki vil geva eitt greitt svar. Fýra tingmenn, ið atkvøddu ímóti á jólum, hava broytt støðu

Vent er í holuni. Fýra tingmenn, ið atkvøddu ímóti lógaruppskotinum um at skoyta »kynsliga orientering« upp í í mannamunsgreinina í revsilógina, hava broytt støðu.
Tveir tjóðveldismenn og tveir sambandsmenn siga seg nú vera fyri at broyta § 266 b í revsilógina, soleiðis at samkynd eisini verða vard móti happing. Hesir eru Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Johan Dahl og Marjus Dam. Sostatt stendur á jøvnum í løgtinginum, 16-16, um uppskotið, sum á jólum fall við 20 atkvøðum ímóti, væntandi stendur fyri aðru viðgerð um ein góðan mánað.
 
Johan og Marjus samdir
 - Eg atkvøddi ímóti uppskotinum á jólum, tí eg metti at tey samkyndu longu vórðu vard sambært lógini. Men so er ikki, og tí atkvøði eg fyri einum líknandi uppskoti, um ikki samgongan kemur við eini aðrari loysn, sigur Johan Dahl, sum tó ivast í, at samgongan finnur eina semju.
Grundgevingarnar hjá Marjus Dam at atkvøða fyri eru á leið tær somu sum hjá partamanninum.
 - Mín grundhugsan er, at fólk ikki skulu verða forfylgd. Eg helt, at tey samkyndu vórðu vard í revsilógina, men hendingarnar, sum vit hava hoyrt um í fjølmiðlunum, eru so grovar, at okkurt má gerast. Er uppskotið um at broyta revsilógina einasta loysnin, so taki eg undir við tí, sigur Marjus Dam, sum tó leggur dent á, at hann er ímóti skrásettum parlagi.
 
Avgerðin liggur hjá Sverra Midjord
Tær fýra atkvøðurnar frá ávikavist Tjóðveldis- og Sambandsflokkinum røkka tó ikki til at samtykkja lógaruppskotið, tí meiriluti má vera fyri.
Men okkurt bendir á, at meiriluti kann vera fyri uppskotinum. Sverre Midjord, sum seinast atkvøddi ímóti, er nevniliga ikki so avgjørdur, sum hann var á jólum.
 - Eg vil gjarna hava betri grundgevingar frá løgregluni um, hvussu tað kann bera til, at summi fólk kunn verða happað. Tað átti ikki at borið til. So eg bíði eftir løgregluni, sigur Sverre Midjord.
Hvørt hesi úttalilsi skulu tulkast sum eitt »fyri« ella »ímóti« at broyta lógina, er ilt at siga, men við Dimmalætting fyrr í mánaðinum segði Sverre Midjord, at hann fór at umhugsa sína støðu, um løgreglan onki kann gera fyri at forða, at samkynd verða happað. Hann legði tó afturat, at hann ikki ætlaði at gera nakra serlóg fyri samkynd, og at hann persónliga metti, at tey eru vard, sum er. Niðurstøðan er sostatt eitt ógreitt svar frá Sverra Midjord.
Á jólum sat Mamy Dahl Sørensen í løgtinginum fyri Vilhelm Johannesen. Hon atkvøddi fyri, og tað sigur Vilhelm Johannesen seg eisini fara at gera. Hinvegin er lítið sannlíkt, at Gerhard Lognberg ella Henrik Old broyta støðu.
Men tað er ein sannroynd, at Javnaðarflokkurin hevur gjørt eina yvirlýsing, har flokkurin sigur seg vera fyri, at samkynd verða vard við lóg. Formaðurin í flokkinum, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er eisini heitur forsprákari fyri at broyta lógina.
 
Alternativ samgonguloysn
Hugsandi er tó, at samgongan finnur eina millumloysn á málinum. Fleiri samgongulimir, sum Sosialurin hevur prátað við, hava givið til kennar, at teir ynskja, at samgongan finnur eina felags loysn á málinum.
Tann loysnin tykist ikki vera heilt í tráð við uppskotið, sum tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur lagt fram. Ein loysn, ið bæði tinglimir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava nevnt, er fullkomiliga at strika minnilutabólkarnar í mannamunsgreinini, soleiðis at greinin verður generell og fevnir um øll.
 
Tekur ein góðan mánað
Lógaruppskotið er longu sent Løgtingsskrivstovuni. Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, sum løgdu tað fyri løgtinginum seinast, hava hesaferð fingið hini tjóðveldisumboðini afturat sær undantikið Karsteni Hansen.
Tað plagar at ganga ein vika hjá Løgtingsumsitingini at kanna uppskotið, áðrenn tað formelt verður lagt fram til fyrstu viðgerð. Síðani verður málið beint í nevnd, í hesum førum helst í rættarnevndina, sum kemur við tilmæli umleið ein mánað seinni. Og so verður atkvøtt til aðru viðgerð.