Avgerandi dystir hjá Danmark og Íslandi

Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari, tekur samanum EM-dystirnar í gjár og metir um dystirnar hjá Íslandi og Danmark í kvøld

Fýra dystir í EM-endaspælinum í hondbólti vóru í gjár. Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari, spáddi frammanundan, at Kroatia, Serbia, Svøríki og Frankaríki fóru at vinna sínar dystir, men Russland tók øll – og serliga Serbia – á bóli við at koppa á serbum.


Hoyr Eyðun Samuelsen taka saman um dystirnar í gjár og meta um dystirnar í kvøld, við at trýsta á pílin undir myndini.


Úrslitini í EM endaspælinum í hondbólti í gjár vóru annars hesi:


Russland – Serbia 27-25

Póland – Frankaríki 27-28

Hvítarussland – Svøríki 22-30

Montenegro – Kroatia 22-27


Og dystirnir í kvøld eru hesir:


Spania – Ísland

Makedonia – Eysturríki

Ungarn – Noreg

Danmark – Kekkia


Eitt fullfíggjað yvirlit yvir dystarskránna, úrslit og støðurnar í bólkunum fæst HER.