Avgerandi landsdystir í kvøld

Seinasta umfarið í EM undankappingini til endaspælið í Ukreina og Póllandi verður í kvøld. Millum liðini, ið kempa fyri at sleppa við til endaspælið eru Danmark, Noreg og Svøríki. Her er eitt fult yvirlit yvir dystirnar í kvøld, støðurnar í bólkunum og status hjá teimum liðnum, sum kempa um at sleppa við til EM endaspælið.

 

Ongland hava saman við Spania, Týsklandi, Italia og Hollandi longu vunnið sær pláss í EM endaspælinum í Ukreina og Póllandi. Í kvøld skulu so seinastu fimm beinleiðis plássini í EM endaspælinum finnast. Fýra bólkavinnarar og besti 2’arin. Hinir átta 2’arnir skulu kempa um fýra pláss í tveimum alt ella einki uppgerðum.

 

Av tí at tað ikki eru seks lið í øllum bólkunum, so verður besti 2’arin funnin við at telja saman stigini fyri dystirnar, ið liðini hava spælt móti hinum liðnum í øllum styrkisbólkunum uttan í sætta.

 

Bólkur A:

 

Týskland er longu víðari í bólki A. Belgia og Turkaland stríðast um annað plássið. Belgia vitjar í Týsklandi, meðan Turkaland møtir Aserbadjan. Um Belgia megnar at fáa eins nógv stig burtur úr sínum dysti, sum Turkaland, so er Belgia í pottinum til “alt ella einki” dystirnar.

 

Dystir í kvøld:

 

Kasakstan – Eysturríki

Týskland – Belgia

Turkaland – Aserbadjan

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Týskland 27(stig)

2. Belgia 15

3. Turkaland 14

4. Eysturríki 11

5. Aserbadjan 7

6. Kasakstan 3

 

Bólkur B:

 

Russland liggur fremst og skal bara hava stig móti Andorra á heimavølli fyri at vinna sær beinleiðis luttøku til endaspælið. Í Dublin bresta Írland og Armenia saman. Írar skulu bara ikki tapa dystin, so sleppa teir at spæla um at koma til endaspælið.

 

Dystir í kvøld:

 

Russland – Andorra

Írland – Armenia

Makedonia – Slovakia

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Russland 20

2. Írland 18

3. Armenia 17

4. Slovakia 14

5. Makedonia 7

6. Andorra 0

 

Bólkur C:

 

Í bólkinum hjá Føroyum eru italiumenn longu víðari sum nummar eitt, men sera óvæntað, so liggur Estland á øðrum plássi. Estland, sum hevur eitt stig fleiri enn Serbia, hevur tó spælt allar sínar dystir, men Serbia í kvøld er á vitjan í Slovenia. Hevði Estland vunnið dystin á Svangaskarði móti Føroyum, so høvdu teir endað á øðrum plássið fyri fyrst ferð nakrantíð.

 

Dystir í kvøld:

Slovenia – Serbia

Italia – Norðurírland

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Italia 23

2. Estland 16

3. Serbia 15

4. Slovenia 11

5. Norðurírland 9

6. Føroyar 4

 

Bólkur D:

 

Her verður talan um eina finalu í París. Frakland liggur fremst, eitt stig frammanfyri Bosnia Hersigovina. Gestirnir skulu vinna fyri at koma beinleiðs til endaspælið, um teir ikki gera tað, so er annað plássið longu tryggja.

 

Dystir í kvøld:

 

Albania – Rumenia

Frakland – Bosnia Hersigovina

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Frakland 20

2. Bosnia Hersigovina 19

3. Rumenia 13

4. Hvítarussland 13

5. Albania 8

6. Luksembourg 4

 

Bólkur E:

 

Holland er longu beinleiðis víðari, meðan Svøríki blívur nummar tvey, men grannarnir hjá okkum hava tó nógv at spæla fyri. Vinnur Svøríki seinasta dystin er greitt, at teir gerast samla besti 2’arin og koma sostatt beinleiðis til EM endaspælið. Tapa teir, so eru danskarnir klárir at stjala besta annað plássið, um teir ikki vinna a Portugal.

 

Dystir í kvøld:

 

Ungarn – Finnland

Moldova – San Marino

Svøríki – Holland

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Holland 27

2. Svøríki 21

3. Ungarn, 18

4. Finnland 9

5. Moldova 6

6. San Marino 0

 

Bólkur F:

 

Grikkland skal bara ikki tapa í Georgia, so eru teir víðari sum 1’ari, líka mikið um Kroatia vinnur á Lettlandi. Um Svøríki ikki vinnur á Hollandi, dysturin í Parkini millum Danmark og Portugal ikki endar við javnleiki, umframt at Russland ikki tapur móti Andorra, so kann Kroatia við einum sigri gerast besti 2’arin.

 

Dystir í kvøld:

 

Kroatia – Lettland

Georgia – Grikkaland

Malta – Ísrael

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Grikkaland 21

2. Kroatia 19

3. Ísrael 13

4. Lettland 11

5. Georgia 10

6. Malta 1

 

Bólkur G:

 

Onglandi og Montenegro eru víðari sum ávíkavist nummar eitt og tvey.

 

Dystir í kvøld:

 

Bulgaria – Wales

Sveis - Montenegro

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Ongland 18

2. Montenegro 12

3. Sveis 8

4. Wales 6

5. Bulgaria 5

 

Bólkur H:

 

Portugal og Danmark eru jøvn í stigum, men Danmark skal vinna fyri at gerast nummar eitt, men hevur tryggja sær fyrsta ella annað plássið. Noreg kann blíva nummar tvey, um Danmark vinnur dystin í Parkini.

 

Dystir í kvøld:

 

Danmark – Portugal

Noreg - Kypros

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Portugal 16

2. Danmark 16

3. Noreg 13

4. Ísland 4

5. Kypros 2

 

Bólkur I:

 

Spania er greitt víðari sum nummar eitt, meðan Skotland og Tjekkia kempa um annað plássið. Skotland, sum er á vitjan í Spania, hevur eitt stig fleiri enn Tjekkia, sum skal spæla móti Litava. Enda liðini á jøvnum, so kemur Tjekkia víðari, tí skal Skotland hava minst líka nógv stig burtur úr sínum dysti, sum Tjekkia fær, fyri at fáa annað plássið.

 

Dystir í kvøld:

 

Litava – Tjekkia

Spania - Skotland

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Spania 21

2. Skotland 11

3. Tjekkia 10

4. Litava 5

5. Liktinstein 4

 

(www.uefa.com)