Avgerðin er útsett í tríggjar vikur

HB vann 1-0, og síðstu tíggju minuttir vóru víkingarnir yvirmannaðir í undirhaldandi og dramatiskari fyrru hálvfinalu

Veðrið var fínt, og undirhaldið var sera gott, tá ið HB og Víkingur í Gundadali í kvøld spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

 

HB vann 1-0. Málið varð skorað longu, tá ið eitt lítið korter var farið, og tað var álopsspælarin Jacob Johansson, sum stutt úr málinum stýrdi bóltin í netið.

 

Harvið er tað rættiliga opið undan báðum teimum seinnu hálvfinalunum. TB vann í dag 1-0 ímóti B36 Stórá í Trongisvági. Seinnu hálvfinalurnar vera mikudagin 19. juni, tá ið TB verður gestur hjá B36 í Gundadali, og tá ið HB verður gesgtur hjá Víkingi í Sarpugerði. Í fjør hittust Víkingur og HB í fyrsta umfari í Sarpugerði. Tá var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at HB hevði vunnið 2-1. Hetta var fyrsta stigið hjá HB ímóti steypafinaluni, sum HB vann eftir málleysan javnleik, longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti B68.

 

HB liðið var óføra væl upplagt fyrstu løtuna, og leikliga avrikið hjá heimaliðnum var tryggari og hugflogsríkari, enn tað hevur verið fyrr í ár. Eftir at HB hevði lagt seg á odda, myndaðist dysturin soleiðis, at tað vóru gestirnir, sum vóru oftari í álopsstøðu, meðan HB var meiri í verjustøðu og dúvaði upp á skjótar umstillingar. Víkingur vann 12 hornaspørk, og HB vann fýra hornaspørk.

 

Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, sá HB miðvallarin Ejvind Restorff Mouritsen beinleiðis reytt kort. Og so var talan um støðugt og tungt trýst ímóti HB málinum. Bartal Wardum og Samuel Johansen Chukwudi vóru knassar í miðverjuni, og Teitur Matras Gestsson nýtti millum HB stólparnar øll síni evni og allar sínar royndir.

 

Í mótálopi var HB um reppið at økja um leiðsluna, og í hinum endanum vann Víkingur síðstu løtuna fleiri hornaspørk, og víkingarnir vóru sera misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki, sum teir heilt avgjørdir hildu seg vera snýttar fyri.

 

Hetta var fyrri hálvleikur. Seinna hálvfinalan verður mikudagin 19. juni. Um vikuskiftið verður 12. Umfar í landskappingini. Víkingur fer sunnudagin til Klaksvíkar at spæla norðoyastevnudyst, og leygardagin fer HB inn til Runavíkar.