Í stongina og inn ella í stongina og út. Øll tey, sum hava havt nakað við fótbólt at gera, vita, at tað ikki so sjáldan eru smálutir, sum gera av, um eitt lið skal hava viðrák og sigur, ella um tað skal ganga heilt øðrvísi enn teir høvdu vónað.
Uppá ein máta mundi hetta kennast soleiðis hjá toftamonnum, tá teir við Løkin í Runavík vóru annar parturin í tættari og alt annað enn væl leiktari grannauppgerð.
B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um stórt verjukiks. Fyrst mistók NSÍ verjan seg í uppspæli í vinstru, Øssur Hansen setti ferð á í brotsteigin, men hann steðgaði á, og so tóktist møguleikin at vera burtur, men enn eina ferð mistók NSÍ verjan seg, tá bólturin varð sendur í føturnar á Øssuri Jacobsen, sum staddur um brotsteigarmarkið smekkaði til í málið.
Og so var tað tveir minuttir fyri hálvleik: Samanhangandi spæli hevði tað verið millum lítið og einki av, men hesa ferð megnaði B68 at spæla seg ígjøgnum í høgru, bólturin varð sendur inn fyri málið, og meðan NSÍ málverjin stóð við fremru stong eydnaðist tað ikki hjá Øssuri Hansen fyri opnum máli at raka bóltin nóg væl.
NSÍ fór í snarálop, Kasper L. Jacobsen stakk Gert Langgaard (fyri fyrstu ferð í langa tíð á liðnum) leysan í høgru, og Kristian Høgni Jacobsen møtti flata innlegginum, sum hann kanóneraði í meskarnar. Í staðin fyri 2-0 til B68 var støðan 1-1, og eingin ivi kundi vera um, hvør var sinniliga omaná undir hvíldini.
Stórsigurin
Fyrsta lítla korterið av seinna umfarinum var sera lítið skil á samanspælinum, og møguleikarnir vóru fáir. Andréy Stakhánov hevði hin størsta, tá hann um brotsteigarblettin sendi við síðuna av málinum, eftir at Øssur Hansen og Øssur Jacobsen vóru komnir ígjøgnum í vinstru.
58 minuttir vóru farnir, tá NSÍ legði seg framum. Arnfinn Olsen hjá B68, sum beinanvegin eftir steðgin kom á vongverjan í høgru fyri Inga Hansen, legði innfyri, málverjin fekk fatur á og sendi høgt og langt undan vindinum. B68 verjan kendi seg noydda at geva horna, og eftir tvey innlegg var Óli Hansen leysur við handara stólpan og stútaði í kassan.
So kendu toftamenn seg noyddar at flyta fólkið eitt vet longri fram, miðverjarnir tóku meiri lut í álopsspælinum, og í eina løtu hekk tað betri saman hjá B68, enn tað annars hevði gjørt.
Heimaliðið var væl og virðiliga greitt um støðuna. Kanska vildu teir taka meiri lut í spælinum, enn teir gjørdu hesa løtuna, tá teir duttu ov langt aftur fyri at verja leiðsluna, men teir sóu alla tíðina møguleikan fyri longum sendingum til illa ansaðu álopsmennirnar, og tá 83 minuttir vóru farnir gjørdist Kristian Høgni Jacobsen púra leysur eftir diagonalsending, og so var 3-1.
Eddie Mikkelsen loysti Sjúrða Jacobsen av á vinstra vongverja síðstu løtuna. Hann er kendur fyri at leggja vandamikil hornaspørk innfyri við vinstra beini úr høgru, og í síðstu løtu evnaði hann at lyfta í handara síðunetið, og so var 4-1.
Í kjallaranum
og á loftinum
Sjálvsagt vóru teir fegnir í NSÍ, og soleiðis sum tað tørnaði út, so var einki at siga til, at teir vunnu. Teir høvdu fleiri møguleikar í 2. hálvleiki, og meðan tað var 1-0 til B68 í 1. hálvleiki, stútaðu teir á heimaliðnum eitt innlegg í stólpan.
Í hesum HM tíðum verður ofta tosað um, hvønn spælistíl liðini hava at fella aftur á, um tað gongur eitt sindur striltið. At síggja til hava teir í Runavík eitt sindur ilt við at vísa ein ávísan stíl, sum tað kanska kundi roknast við, at eitt lið á heiðursmerkjaplássi skuldi havt. Aðalmerkið er, at teir stríðast og eru ágangandi, tá mótstøðumenninir royna at byggja upp, og úrslitini hava víst, at úrtøkan er ikki so lítil.
Hjá toftamonnum munnu høvdini hanga, nú teir eru farnir í summarfrí. Tað svíður í tveimum umførum at tapa samantalt 9-2, og burtursæð frá einstøkum lítlum glottum, so má staðfestast, at heldur ikki hea ferð hekk tað saman, hvørki á verjupartinum ella í álopspartinum.
Petur Erhard Kjærbo var aftur hesa ferð ein fínur dómari. Men tað er óheppið, at hann ikki markerar beinanvegin, hvørjum hann bríkslar fyri og hvønn veg hann dømir. Spælararnir mugu bíða, til hann kemur á staðið. Tað ørkymlar, og tað kann hava óheppið árin á spælið.