Avgusturin flensaður í morgin

Øll eru vælkomin at hyggja, men tað er ónossligt og luktar illa

Í morgin árini, tað er mikumorgunin klokkan níggju verður farið undir arbeiðið at flensa avgustin á hvalastøðini við Áir.

 

Tað er Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum stendur fyri arbeiðnum, og arbeitt verður næstu dagarnar.

 

Ætlanin er at varðveita alla beinagrindina at hava hana at sýna fram á hvalasavninum

 

Tey á Søvnum Landsins siga, at skúlar, og onnur, eru vælkomin at hyggja at, meðan arbeitt verður.

 

Men tey minna á, at hetta er skittligt arbeiði, og luktar illa, so tey mæla til, at áskoðarar lata seg eftir umstøðunum- og veðrinum annars.

Myndina tók Eli Lassen.

 

Síggj nógv fleiri myndir av avgustinum við at TRÝSTA HER

Síggj enn fleiri myndir við at TRÝSTA HER

Her eru enn fleiri myndir: TRÝST HER

Les eisini: Sleipa hvalin til Áir

Les eisini: Avgusturin komin á land