Avhøvda og heilfrysta

NORÐBORG

Ein stórur partur av makrelinum, sum Norðborg hevur fingið undir Føroyum í summar og í heyst, er avhøvdaður, magasogin og síðan frystur. Nakað av stórum makreli er vorðið heilfryst. Um summarið er fiskurin vanliga feitur, bleytur og fullur av æti.
So hvørt, sum tað líður út á heystið, minkar æti í fiskinum, sum gerst minni bleytur og soleiðis eisini betri egnaður til heilfrystingar
- Tað eru hvør sínir marknaðir fyri fisk, sum er avhøvdaður og magasogin og so fyri fisk, sum er heilfrystur við øllum. Tað kostar jú eisini pengar at frakta høvd og garnar.
Jón Rasmussen, skipari, sigur, at Norðborg hevur fingið einar 7-8 krónur fyri smáa makrelin og eitt sindur meiri fyri hin størra.