Avkastið av ogn landskassans 283 mió. kr. í 2024

Avkastið av fíggjarognum landskassans var gott í 2024; tað var 283 mió. kr. ella 7,3%.

Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av BTÚ í minstagjaldføri. Minstagjaldførið í 2024 var 3,7 mia. kr. og er í 2025 3,975 mia. kr. Minstagjaldførið hjá landskassanum verður plaserað soleiðis, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti til váðan og eisini við atliti til, hvussu gjaldførur peningurin er, soleiðis at hann, um neyðugt, skjótt kann gerast tøkur.

 

Avkastið av minstagjaldførinum í 2024 gjørdist 283 mió. kr. Árið 2024 var eitt gott ár hjá íleggjarum, eins og 2023 var tað. Ein sterkur arbeiðsmarknaður og lagaligur peningapolitikkur stuðlaðu búskapargongdini. Serliga var vøksturin á partabrævakursinum hjá sjey teimum størstu amerikansku tøknifyritøkunum; tær sonevndu "Magnificent 7", stórur. Við árslok áttu hesi sjey feløgini yvir ein triðing av vøkstrinum í S&P 500 vísitalinum, sum er søguliga høgt. S&P 500 hækkaði við umleið 20% í 2024.

 

Talva 1 vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.

 

Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­av­kastið av landskassans fíggjarognum verið 2,4 prosent ella 82 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

 

Talva 1 - Avkast av gjaldføri landskassans

 

##med2##

 

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her.