USA og Suðurkorea hava avlýst eina herflotavenjing, sum tey bæði londini skuldu hava í hesum mánaðinum, men amerikanska verjumálaráðið avsannar, at avgerðin er tikin orsakað av trýsti úr Kina.
Eftir ætlanini skuldi venjingin vera á havleiðini millum Kina og Koreanesið, og tað fekk kinesisku stjórnina at mótmæla. Amerikanska verjumálaráðið avsannar kortini, at avgerðin at avlýsa venjingina kemst av trýsti úr Kina.
Suðurkoreanskar keldur siga, at venjingin er avlýst fyri at sleppa undan trupulleikum við Kina upp undir G20-toppfundin, sum verður í Suðurkorea um fjúrtan dagar. Men heldur ikki hesa frágreiðingina vil amerikanska verjumálaráðið kennast við.
-Okkara avgerð at útseta venjingina hevur einki við Kina at gera, sigur heryvirmaðurin Dave Lapan. Hann leggur afturat, at venjingin skuldi vera í altjóða sjógvi.