- Skal fíggjarligt svans í fyrisitingini hava avleiðingar? Hesum skal Kaj Leo Johannesen, løgmaður svara í løgtinginum í morgin, tí Høgni Hoydal setir fram hendan spurning.
Fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal kemur í kjalarvørrinum av, at Landsgrannskoðanin hevur staðfest fíggjarligt svans«við eitt nú autistaheiminum í Klaksvík og í játtanini til KT-skipan hjá Almannastovuni, sum Høgni Hoydal málber seg í fyrispurninginum.
Spurningurin hjá Høgna Hoydal er soljóðandi:
- Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður at tað skal hava, at Landsgrannskoðanin hevur staðfest fíggjarligt svans í sambandi við keypið av heiminum fyri autistar í Klaksvík?
- Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður at tað skal hava, at Almanna- og Heilsuráðið ólógliga hevur nýtt pening til eina KT-verkætlan til Almannastovuna?
Høgni Hoydal siugr, at Landsgrannskoðanin hevur júst staðfest fleiri sera grov føri av fíggjarligum svansi í fyrisitingini.
- Løgmaður, ið hevur eftirlit við fyritisingini, eigur nú beinanvegin at greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa.