Avlýsir vegna hvílutíð

Manningin fær ikki hvílt seg nóg leingi, og tí er seinasti túrur hjá Smyrli í dag avlýstur.

Hóast veðurvánirnar siga frá betri veðrið seinnapartin og í kvøld, so hevur Smyril avlýst síðsta túr í dag og fyrsta túr í morgin. Sum skilst, er orsøkin til tess nýggju leiðreglurnar um hvílitíð hjá manningini.

 

Tað var í august, at Starvsmannafelagið, sum tað síðsta av fakfeløgunum, gjørdi semju við Strandferðsluna um hvílutíð fyri sínar limir, ið starvast umborð á Smyrli. Við hesi semjuni, kundu nýggju reglurnar um hvílutíð endiliga setast í gildi umborð á Smyrli eisini.

 

Og í dag merkjast so avleiðingarnar av hesi semjuni. Ringa veðrið í morgun longdi túrin hjá Smyrli av Krambatanga til Havnar við nærum einum tíma. Væntandi verður túrurin av Krambatanga klokkan 15.30 eisini nakað longri enn vanligt, og jú longri manningarnar eru til arbeiðis, jú styttri verður hvílitíðin.

 

Sum skilst ger hetta, at manningin ikki fær hvílt seg nóg leingi, áðrenn túrin av Krambatanga klokkan 21.00 í kvøld, og hesin má tískil avlýsast. Og tá Smyril so liggur nátt á Krambatanga, verður torført at sigla av Havnini klokkan sjey í morgin ári.

 

Tað hevur vist verið sagt alla tíðina, at hetta kundi henda tílíkar illveðursdagar, og í dag fáa vit so sjón fyri søgn.