Avmarkað síðustarv

Í fjør avdúkaðu danskir fjølmiðlar, at dómararnir í Hægstarætti forvinna líka nógvar pengar í frítíðini sum í arbeiðstíðini, men nú hevur Lene Espersen, løgmálaráðharri, gjørt av at avmarka eykainntøkurnar hjá dómarunum.

Í fjør forvunnu dómararnir í Hægstarætti 770.000 krónur í meðal umframt ta føstu inntøkuna. Pengarnar fáa teir sum samsýningar fyri at sita í nevndum og ráðum, og harafturat eru teir ofta við til at loysa trætur ímillum privat feløg.

Lene Espersen sigur, at dómararnir skulu framvegis hava loyvi at átaka sær aðrar uppgávur enn tær í Hægstarætti, men at myndugleikarnir mugu seta mark fyri, hvussu nógv teir kunnu átaka sær. Hon hevur tí orðað eitt lógaruppskot, sum skal avmarkað eykaarbeiðið hjá dómarunum, og tað verður ætlandi lagt fyri Fólkatingið, tá tað kemur saman aftur týsdagin í næstu viku, skrivar Politiken.