Avmarvaður leidningur festi eld í Stelk

Feløgini, Byggi Service og El-Service á Skála, hava fingið til uppgávu at umvæla trolaran Stelk, sum eldur kom í fyri trimum vikum síðan

Umvæling

Alt bendir á, at tað var ein avmarvaður leidningur í tí eina manningarkamarinum, sum var orsøkin til, at eldur kom í trolaran, Stelk, fyri trimum vikum síðan.
Olaf Olsen veit at siga, at kanningarnar, sum teknikarar hjá donsku løgregluni hava gjørt, staðfesta, at hetta var orsøkin.
- Viðurskiftini eru kannaði, og myndir eru tiknar, og eg havi skilt, at hetta er endaliga niðurstøðan hjá teknikarunum.
Hann sigur, at teknikararnir hava funnið út av, at ein leidningur innanfyri eina kontakt í hesum manningarrúminum var avmarvaður, og soleiðis hevur fest eld í skipið.
- Hetta er nakað, sum helst ikki skuldi kunnað hent, men tað nyttar so lítið, tá ið tað er hent.
Olaf Olsen sigur, at hugt hevur verið at innstalatiónunum umborð Baki, sum er systurskipið, og onkrir búsningar eru skiftir.
- Eingin ynskir, at nakað slíkt hendir  og hendir aftur, og tí hava vit roynt at garderað okkum, nú hetta vísir seg at vera orsøkin til, at eldur kom í Stelk.

Umvælingin
Olaf sigur, at feløgini, Byggi Service og El-Service á Skála, hava fingið til uppgávu at umvæla Stelk, og sambært tilboðunum verður skipið klárt at fara til fiskiskap aftur 11. mai.
- Skipasýnið krevur, at øll hæddin, har eldurin kyknaði, verður tikin heilt út í stálið, soleiðis at øll seks kømrini og gongdin verður gjørd at nýggjum. Somuleiðis verður hæddin yvir kømrunum og undir brúgvahæddini eisini gjørd av nýggjum. Her er skiparakamar, proviantrúm, messa og galla.
Hann sigur, at tað nógva longu er tikið innan úr skipinum.
- Nú verður alt trýstvaskað, og síðan krevur Skipasýnið, at báðar hæddirnar verða sproytaðar ella forseglaðar, soleiðis at allur roykurin fæst úr skipinum.
Olaf sigur, at nú hugt hevur verið nærri at samlaða skaðanum, er ikki vist, at øll brúgvaútgerðin verður skift.
Hann sigur, at í summum førum er hugsandi, at bara skermarnir verða skiftir.
- Brúgvatólini eru koyrd út í Radiohandilin í Saltangará, har tey verða eftirhugd og reinsaði fyri sót, sigur Olaf.

Bakur "fríggjar"
Stelkur og Bakur hava partrolað, síðan systurskipini komu til landið úr Spaniu. Nú Stelkur liggur, hevur verið neyðugt hjá Baki at funnið sær aðrar makkarar.
Á fyrsta túrinum eftir eldin, var Bakur ein túr saman við Nesborg, sum eisini bíðaði eftir makkara, og nú er Bakur í "lag" við hvalbiartrolaran, Sjagaklett.
Olaf Olsen sigur, at Bakur og Nesborg gjørdu ein góðan túr, og nú Bakur og Sjagaklettur veiða saman, er eisini líkt til, at hetta verður ein góður túrur.
- Nógvur upsi er framvegis at fáa. Slagið er betur, enn tað hevur verið og prísirnir, sum liggja um smáar 5 krónur í miðal, eru eftir umstøðunum á góðari leið, sigur Olaf Olsen.