Avoldað fýrverkslóg verður brotin

Føroyska fýrverkslógin er alt ov gomul. Tað ger tað trupult hjá myndugleikunum at handhevja hana, og sama er galdandi fyri fýrverksseljarar, sum hava nógvar trupulleikar av ótíðarhóskandi lógini

Nú er háárstíð hjá landsins fýrverksseljarum. Men tað er ikki heilt uttan trupulleikar, at sleppast kann av við fýrverkið, so nýggja árið kann verða skotið inn. Gamla fýrverkslógin elvir til høvuðbrýggj bæði hjá landsins myndugleikum eins og hjá seljarunum, tí hon er ógreið og ófullfíggjað.
 
35 ára gomul
Sjálv fýrverkslógin er frá 1969, og av tí, at nógv er broytt innan fýrverksheimin síðani tá, gevur hetta nógvar trupulleikar. Nógv av tí tunga fýrverkinum, sum vigar upp í fimm kilo, var als ikki til tá.
                      - At hondhevja eina so gamla lóg er ógvuliga torført, og um lógin verður fylgd konsekvent, so kann ongin selja fýrverk. Hetta ger so, at tá løgreglan er úti og kannar fýrverksseljarar, so verður hon onkuntíð noydd til at síggja vekk frá ymsum, sum stendur í lógini, sigur Per Persson, politistur. Hansara arbeiðsøki er loyvi, harímillum rúsdrekkaloyvi, fýrverksloyvi, matstovuloyvi og so framvegis.
                      Her verður serliga hugsað um framsýning av fýrverkinum. Lógin sigur, at inni í handlinum kunnu standa 20 kilo av fýrverki, og í bakhølunum kunnu goymast upp í 40 kg. Alt yvir hesi 60 kilo skal fútin geva loyvi til. Men bert 20 kilo er ikki nóg mikið til at sýna fram við. Tí er avtala gjørd við handlarnar, at næsta ár, so verður bert innpakningur hongdur upp, og soleiðis verður hetta ikki talt við sum fýrverk.
 
Ótíðarhóskandi
Løgreglan stendur fyri eftirliti av lógini. Regluliga eru tey úti og kanna, um fýrverksseljarar yvirhalda tær settu treytirnar. Nú er tað soleiðis, at ein seljari skal søkja um loyvi til at hava eina goymslu. Og goymslan, sum skal vera brunatrygg, skal Brunaumsjón Landsins góðkenna.
                      Um ein handil innflytir 30 tons av fýrverki, so er uppgávan hjá Brunaumsjónini at seta treytirnar fyri goymsluni av fýrverkinum. Men enn einaferð, so elvir tann gamla lógin aftur her til trupulleikar. Lógin nevnir bert treytir fyri nøgdir upp til tey 60 kiloini. Hereftir er onki at laga seg eftir.
                      - Lógin er ófullfíggjað. Brúkarin hevur onki at halda seg til, og tískil veit hann ikki, hvat hann er uppi ímóti, sigur Petur Lava Olsen, deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins.
                      - Av tí, at lógin er bæði ófullfíggjað og ónøktandi, so verða vit her á Brunaumsjónini noyddir at laga okkum upp at lógunum í grannalondunum, tá vit skulu góðkenna brunatryggar goymslur.
                      Fýrverkslógin ger tað tískil torført hjá Brunaumsjónini at góðkenna goymslurnar. Tí í lógini verða ongi krøv sett til goymslur, sum skulu goyma meira enn 40 kg.
 
Ónøgdir seljarar
Lógin er ikki bert trupul at halda hjá myndugleikunum. Eisini handilsmenninir koma renna seg í forðingar, tá tað kemur til sølu. Fleiri handlar hava longu í ár valt at pilka krútið úr fýrverkinum, áðrenn tað verður stilla fram, orsakað av stranga 20 kilo kravinum.
                      - Tað gerst sera trupult hjá okkum at selja fýrverk orsakað av lógini. Avgreiðslan gerst tung, tí fólk mugu renna aftur í brunatrygga rúmið, hvørja ferð ein kundi keypir, greiðir Edvard Hermansen, sølumaður hjá Thomas Dam frá. Og hann leggur afturat:
                      - Men lógini má livast við.