Avrætting nr. 300

Í gjár skuldu myndugleikarnir í amerikanska statinum Texas taka støðu til, at tann 44 gamli Delma Banks skuldi avrættast. Verður hann tikin av døgum, er hetta avrætting nummar 300, síðani deyðarevsingin varð sett aftur í gildi í 1982.
Delma Banks er dømdur til deyða fyri at hava skotið ein 16 ára gamlan drong í bygdini Nash har eysturi í Texas tann 14. apríl í 1980.
Stuðulsfólk hansara vilja vera við, at rættarmálið ímóti honum var ikki rættvíst, og at rættarmálið er eitt tekin um fleiri veikleikar í rættarskipanini í Texas. Millum annað er komið fram, at bara hvít vóru í nevningatinginum, sum dømdi hann sekan. Sjálvur er Delma Banks littur.