Avrikini á almanna- og heilsuøkinum hava aldrin verið størri

- rættleiðing til politiska søgureingjan hjá Dimmu

Eg eri fegin um at fáa hetta gylta høvi frá Dimmu at vísa føroyingum á - og serliga javnaðarfólki sum kanska ikki halda seg hava so nógv at fegnast um í hesum døgum - at vit kortini kunnu vera stolt av teimum nógvu og stóru sosial- og heilsupolitisku avrikum, vit hava megnað í landsins stjórn tey síðstu 4 og ½ árini.

 

Fyri tað um man er kritiskur, skal man ikki lúgva

Tað er sjálvandi í fínasta lagi, at Dimma hevur verið ógviliga atfinningarsom móti landsstýrissamgonguni í nógvum greinum í seinastuni. Serliga hava samgonguleiðari og flokkur okkara staðið fyri skotum. Men fyri at vera kritiskur er ikki rætt hjá Dimmu at reingja veruleikan fyri at fáa sínar pástandir at passa. Eg hugsi serliga um stórt uppsettar redaktionellar greinar í Dimmu tann 5. aug. og aftur 19. aug., har man pástendur, at tað er ein trupulleiki hjá Javnaðarflokkinum, at Hans Pauli Strøm onki hevur fingið av skafti í síni tíð sum landsstýrismaður. Í greinini “Hálvt ár í stjórnarloysi” tann 19. aug. verður m.a. sagt: “Hann (Javnaðarflokkurin) var við í síðstu samgongu og megnaði ikki at fáa nøkur av sínum hjartamálum gjøgnum tingið og kundi tí ikki ávísa nakra stóra broyting tann sosiala vegin”, og “Hóast Hans Pauli Strøm ivaleyst hevur gjørt ein stóran innsats fyri at røkka nøkrum javnaðarpolitiskum kjarnumálum, so er hetta ikki hepnast honum, og tí kann hann avgjørt ikki vera nøgdur við síni politisku avrik higartil”.

 

Skjalprógv fyri at Dimma reingir veruleikan

Tað er rætt at nøkur stórmál duttu burtur síðsta vetur, tá val varð útskrivað. Men tey fóru tó ikki longur enn at fleiri teirra longu komu aftur og vórðu samtykt í vár (barnastuðul til stakar uppihaldarar, sambýli í Havn til sinnisveik, økisdepil í Vági til sinnisveik) og onnur koma aftur fyri tingið í heyst (leigulóg, lutaíbúðafeløg, psykiatrilóg).

 

Men tá Dimma pástendur at onki er hent av týdningi, er tað tað søgufalsan rætt og slætt – og tað skal eg skjalprógva. Til tess noyðist eg so at troytta lesaran við einum longum avrikslista. Tí veruleikin er, at tey góðu javnaðarpolitisku avrikini á almanna- og heilsupolitiska økinum hava aldrin verið størri enn hesi 4 og ½ árini, meðan Javnaðarflokkurin hevur umsitið hetta málsøkið í landsins stjórn. Skjalprógvan fyri hesum er yvirlitið niðanfyri, sum vísir ein part av teimum avrikum, sum eru framd á almanna- og heilsuøkinum í tíðarskeiðinum 2004-2008.

 

Almanna- og heilsupolitiski avrikslistin

Við nógvum verkætlanum út frá nýggjari studningslóg og stórum íløgu- og rakstrarjáttanum hava vit fingið meir enn útvið 160 nýggj eldrabúpláss hesi árini. 220 starvsfólk eru komin aftrat í eldrarøktina og játtanin hækkað 91 mió. Hetta er eitt so stórt tak í einum, at tað gerst neyvan nakrantíð aftur.

 

Størstu pensjónshækkingar nakrantíð, so at pensjónin hjá støkum er hækkað við 25.500 kr. árliga (2.127 um mán.), og pensjónin hjá giftum pensjonistum er hækkað við 47.800 kr. árliga (3.898 um mán.). Játtanin til brennioljustudning til pensjonistar er økt við yvir 4 mió.kr.

 

Stuðulin til umsorgararbeiðið – í høvuðsheitum til mattænastu og dagtilhald – er meir enn tvífaldaður frá 3,1 mió.kr. í 2003 til 6,8 mió.kr. í 2008. Dagtilboð fyri minnisveik eru skipað í Havn og í Klaksvík, og ókeypis krímvaksinatión fyri fólkapensjonistar er sett í gildi.

 

Lægstu fyritíðarpensjonistar fingu eina hækking 1. jan. 2008 uppá 1.280 kr. um mán., og fáa aftur eina hækking 1.jan. 2009, so tað tilsamans verður ein hækking uppá 2.662 kr. um mánaðin. Hjá øllum fyritíðarpensjonistum er mótrokningin av aðrari inntøku minkað úr 60 niður í 30 %, so tað skal loysa seg betur at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.

 

Nýggj barnaverndarlóg við nýggjari økisskipaðari barnaverndartænastu kring alt landið á nógv hægri fakligum støði.

 

Ásannandi truplu støðuna hjá støkum uppihaldarum kunnu hesir nú fáa ein eyka stuðul uppá 6.000 kr fyri hvørt barnið árliga.

 

Játtanin til brekaði børn er økt við 50%, úr 16 til 24 mió árliga, og harumframt eru komin nýggj stovnstilsboð til fjølbrekaði børn.

 

Rúmligari arbeiðsmarknaður fyri førleikatarnað, m.a. við øktari játtan til endurbúgving og vard størv við 100% hesi árini, úr 15 til 30 mió. Harumframt er veittur stuðul til nýggjan ALV-verkstað á Kambsdali við 1,5 mió.

 

Førleikatarnað hava fingið trygd fyri betri stuðul til til bústaðarbroytingar og flutningstól við nýggjum lógar- og kunngerðargrundarlagi.

 

Psykiatriska økið er í størri menning enn nakrantíð. Sosial- og økispsykiatriin er í stórum vøkstri, m.a. við eini 3-falding av rakstarjáttanini til bústaðar- og virknistilboð til væl yvir 20 mió kr í 2008. Við serstakari játtan er farið ígongd við at byggja upp eina barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum. Nýggj psykiatrilóg er ávegis í tingið at avloysa gomlu lógina frá 1936.

 

3 nýggj sambýli fyri sálarsjúk eru tikin í nýtslu, og nýggjur stovnur fyri autistar er í gerð. Farið verður undir at byggja nýtt sambýli í Havn til sinnisveik - er bjóðað út í summar (tils. 18 mió kr.), og at byggja nýggjan økisdepil í Suðuroy fyri sinnisveik – er bjóðað út nú í vikuni (fyri tils. 25 mió kr.).

 

Fólkaheilsupolitisk ætlan fyri Føroyar setir fólkaheilsuna á politisku dagsskránna við stórari undirtøku allastaðni í samfelagnum. Fólkaheilsurenningarnar kring landið eru blivnar ímyndin av heilsupolitiska dentinum á likamsvirkni. Skipað er fyri fyribyrgjandi heilsukanningum úti í økjunum, nógv heilsuátøk er sett íverk, m.a. við vatnkølarum í øllum skúlum. Heilsuavgjøld eru herd á tubbakki og fleiri ósunnum fiti- og søtmetisvørum. Heilsustøðulýsing er gjørd fyri Føroyar við stórari kanningarverkætlan fyri at útvega nágreiniligar upplýsingar um heilsustøðu føroyinga.

 

Við nýggjari roykilóg er tað almenna rúmið í Føroyum vorðið roykifrítt sum tað størsta fólkaheilsupolitiska átakið nakrantíð.

 

Sum eitt ítøkiligt fólkaheilsupolitiskt átak er skipað diabetes-ambulatorium á øllum 3 sjúkrahúsum í Føroyum.

 

At fyribyrgja misnýtslu og harðskap millum børn og ung er skipað SSP-samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi.

 

Eftir áralangt tos er sett á stovn Sjálvhjálpin, ráðgevandi toymið til ung og vaksin í smb. við fyribyrging, fosturtøku, og til trongstaddar uppihaldarar o.o. í truplum sosialum og persónligum støðum.

 

Eftir áralangt tos er fingin ein skipan um viðurskiftini hjá heimleysum. Við serligari játtan verður veittur stuðul til útvegan av bútilboðum til heimleys í samstarvi við Bláa Kross og Frelsunarherin.

 

Heilsugransking: gransking av mannaílegum er fyriskipað við nýggjari lóg um ílegugransking, og Ílegusavnið (Genetics Resource Center) er skipað við játtan uppá 2,6 mió. kr, og fyrstu granskingarverkætlanirnar eru komnar ígongd

 

Fyri at styrkja um viðgerðartilboðini í sjúkrahúsverkinum er serlæknatænastan styrkt á fleiri serlæknaøkjum (patologi, røntgen, onkologi, reumatologi, neurologi, og alm. medisin).

 

Føroyskir sjúklingar hava fingið sítt egna Sjúklingaráð við nýggjari sjúkrahúslóg, sum eisini ásetir nýggja og betri skipan fyri visitatión til viðgerðir uttanlands.

 

Sum fyrsta átak at fremja álitið um Framtíðar Sjúkrahúsverk er gjørd fyrsta nøgdsemiskanningin millum føroyskar sjúklingar. Og sum eitt annað ítøkiligt átak er farið ígongd at gera eina heildar Krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar

 

Til tess at fyribyrgja misnýtslu av stimbrandi evnum innan ítrótt og likamsvenjing hava Føroyar fingið sína fyrstu anti-dopinglóg

 

3-ára verkætlan um nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum fyri 105 mió kr verður gjørd liðug í ár og verður hildið fram við nýggjari verklagslóg í heyst.

 

Vit hava fingið nýggja kollveltandi røntgen- og laboratoriuskipan á øllum 3 sjúkrahúsunum fyri 26 mió. kr.

 

Vit eru í ferð við at uppbyggja eina eisini í altjóða høpi slóðbrótandi talgilda heilsuskipan – ein integrerað elektronisk journal- og informatiónsskipan fyri øll 3 sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina – fyri einar 25 mió kr. í íløgu- og rakstrarjáttan.

 

Farið er undir at fremja álitið um Framtíðar apoteksverk í Føroyum, m.a. við eini nútímansgerð av heilivágsframleiðsluni hjá apoteksverkinum higartil fyri 22 mió. kr. Fyri at betra um tænastuna skal nýtt apotek byggjast í miðstaðarøkinum.

 

Heilsusamstarv er víðkað útum Danmark, serliga við Ísland, um viðgerðir, heilsustarvsfólk og heilivág. Viðgerðarsamstarv er fingið við Svøríki og Noreg, og fyrstu stig tikin at fáa samstarv við Skotland eisini.

 

Og tað var landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sum fekk løgtingið at samtykkja skipanina av kvinnupolitisku nevndini, seinni nevnd Demokratia, at virka fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.

 

Tað er eisini eitt politiskt stórmál at nevna, at okkara landsstýriskvinna í lógarmálum hevur fingið sett í verk endurgjaldsábyrgdarlógina – eitt meir enn tíggju ára forsømilsi um at tryggja rættindi hjá sjúklingum, sum nú umsíðir er komið uppá pláss.

 

At enda kann eg heldur ikki lata vera við at nevna tey góðu javnaðarpolitisku mál, sum á øðrum málsøkjum vóru framd bæði í undanfarnu og hesi samgongu, við góðum sosial- og arbeiðsmarknaðarpolitiskum lógarásetingum um

- felags foreldrarætt

- barsilsskipan fyri lesandi

- skipan av føstum gerðarrætti

- hægri stuðul til lesandi forsyrgjarar

- longing av barsilsfarloyvi til allar løntakarar

- lóg um setanarviðurskifti og setanarbræv hjá løntakarum

- skipan av brúkaravernd við lóg um marknaðarføring og brúkaraumboðsmann.

 

Og vit halda fram við somu ferð

Sanniliga, mótvegis pástandunum hjá Dimmu, hevur Javnaðarflokkurin nógv at fegnast um, við øllum hesum politisku átøkum til tess at styrkja um støðuna hjá teimum veiku í samfelagnum og sum heild at fremja ein samhaldsfastan almanna- og heilsupolitikk í Føroyum. Og vit halda fram í somu ferð. Longu fyrsta hálvárið í hesi samgongu hevur verið úrslitaríkt (roykilóg, økisdepil og sambýli til sinnisveik, stakir uppihaldarar, SSP-samstarvið, krabbameinsvirkisætlanin, endurgjaldsábyrgd, løntakararættindi, brúkaravernd), og leigulógin og lógin um lutaíbúðir, sum duttu burtur, tá val varð útskrivað síðsta heyst, koma nú aftur fyri tingið. Eins og lógin um barnsins fyrsta sjúkradag og mong onnur átøk til tess at skapa øllum betri livikor í Føroyum.