Runavík: Sjálv er hon kroatisk, og maðurin er serbi. So stórt er hatrið millum fólkasløgini, at familjan vil ikki kennast við Zeljku meira, tí maður hennara var í serbiska herinum, sum bardist móti kroatunum.
Tað regnar illa, tá bilurin spakuliga rullar inn á parkeringsøkið uttan fyri Runavíkar Sjómansheim. Ellivu nýkomin flóttafólk úr gamla Jugoslavia sita einastaðni har inni og bíða eftir, at ein blaðmaður skal koma at tosa við tey.
Tað er við ikki sørt av spenningi, at farið verður inn. Hvussu munnu tey fara at taka tað, at pressan gongur á tey, beinanveg, tey eru komin hesa longu leiðina? Munnu tey yvirhøvur fara at vilja tosa?
Tað er bara ein máti at fina út av tí. At fara at tosa við tey.
Á fjórðu hædd, heilt uppi undir takinum, ganga nøkur børn á gongini. Ein kona er í ferð við at gera kaffi í einum lítlum køki, og á borðinum standa nakrir køkuformar, sum síggja út til nýliga at vera komnir úr ovninum.
Kvinnan býður kaffi, og vit sessast við borðið. Við okkum er Jákup Pauli Olsen, sum líkasum hevur verið millummaður í hesum málinum um eysturslavonsku flóttafólkini, sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Danmark, men lógliga kunnu vera í Føroyum.
Ein skúlagenta um átta- tíggju ára aldur kemur og setir seg við síðuna av mær. Hon tosar væl danskt, og skal vera tulkur, hjá mammuni, sum fegin vil siga okkum søguna um, hví hon er endað her undir vaðingini á Runavíkar Sjómansheimi eitt ilsligt kvøld í oktober.
Tað kemur ein vøkur kvinna miðskeiðis í tríatiárunum og setir seg við síðuna av gentuni við borðið. Tað er mamma hennara, Zeljka Koncar. Gentan sjálv eitur Nemanja.
Zeljka sigur frá søgu síni, sum er tann klassiska um, hvussu illa tað gongur, tá ymsir fólkabólkar ikki passa saman.
Maður hennara, Milan, sum er serbi, arbeiddi sum skógararbeiðari í kroatiska Vesturslavonia, har tey búðu.Tað vóru eingir trupulleikar hjá ymsu fólkasløgunum at liva saman í Jugoslavia, meðan Tito og kommunistarnir ráddu, greiðir Zeljka frá, á skiftandi donskum og onkrum slaviskum máli, sum Nemanja umsetir til danskt.
Hon steðgar á eina løtu. Tykist líkasum at sita í djúpum tonkum, og eyguni verða blonk.
-Men so fóru tær ymsu tjóðskaparrørslurnar at gera um seg, tá Tito var deyður. Kroatar vildu hava eitt Stórkroatia, bosniar eitt Stórbosnia, og serbar vildu ráða øllum.
Tað bar ikki til, og tað var skjótt, at teir ikki kundu síggja hvønn annan, uttan at kríggj varð.
Maður Zeljku, Milan, er serbi, og ein dag kom ein offiserur og segði teimum, at nú máttu tey út úr húsinum, tí her høvdu tey onki at gera. Hetta var bara fyri heimafólkið, fingu tey at vita, og serbar vóru fremmandafólk í Kroatia.
Men Zeljka var jú kroati, so tað mátti vera eitt mistak, tá tey soleiðis vórðu rikin frá húsi og heimi.
Tey klagaði til løgregluna. Men tað nyttaði einki, Hon var ikki til at verja slík fólk, og tey fingu stutt og greitt at vita, at tryggast var hjá teimum at stinga av.
Knappliga ein dag komu kroatiskir hermenn og noyddu allar serbar í Vesturslaovnia at flýggja. Í eina viku flýddu 300.000 fólk.
Tey flýddu til Eysturslavonia, greiðir Zeljka frá. Har búðu tey so í sjey ár sum flóttafólk. Einki arbeiði, eingir pengar, og eitt fremmant hús at vera í.
Zeljka kom í eina sera trupla støðu. Hon var kroati og hevði familju kroatisku meðni, meðan maðurin var serbi og endaði í serbiska herinum. Beiggi hennara var í kroatiska herinum, og hann fall.
Hatrið millum fólkasløgini var so stórt, at familjan vildi ikki kennast vil Zeljku, tí hon valdi at fara við manninum.
Hon greiðir frá, at hon hevur ikki tosað við mammu sína í tíggju ár. Hon veit, at mamman livir enn og býr í Kroatia. Hinvegin hevu Zeljka havt samband við yngra beiggja sín um telefonina. Men hann vildi ikki tosa við hana. Tí fyri teimum var hon deyð, fekk hon at vita.
Hon steðgar á aftur eina løtu. Dótturin situr við síðuna av, og sær út til ikki rættiliga at vita, hvat hon skal. Hon virkar annars sera væl fyri og rættiliga skilagóð, men tað er kortini ein spurningur, hvussu nógv hesi fólkini orka, nú bara eitt samdøgur eftir, at tey eru komin til Føroya.
Zeljka fer aftur at siga frá.
Tey vóru send av landinum, at kalla. Fingu eitt slag av passi, sum tó bara var galdandi út av landinum, samstundis sum tey fingu at vita, at nú vóru tey fræls fólk og kundu fara, hvar tey vildu. Bara ikki aftur til Vesturslavonia og Kroatia. Tí har búðu nú onnur í húsum teirra.
At tey valdu Danmark komst av, sigur Zeljka, at tey høvdu einaferð sæð ein film um Danmark í jugoslaviskum sjónvarpi. Og har sá so hugnaligt og friðaligt út, at tey hildu frægast vera at fara tann vegin.
Ferðin gekk væl, men tey vóru skjótt varug við, at tey vóru ikki so fræls kortini, sum tey høvdu fingið at vita. Endaðu fyrst í eini flóttafólkalegu, áðrenn tey sluppu aðrastaðni at búgva. Men bert fyri at gerast finnur í einum longum talvi millum stjórnina og nakrar privatperónar, sum ikki skal komast nærri inn á her.
Tað stutta av tí langa var, at eftir at tey vóru víst úr Danmark, eydnaðist at finna eitt hol í donsku innflytaralógini, sum gjørdi, at tey kundu sleppa til Føroya heldur enn at verða send aftur til eina vandafulla flóttafólkatilveru á Balkan.
Og í Føroyum eru hesi flóttafólkini væl móttikin. Fyri trimum mánaðum síðan komu tey fyrstu, og tey tykjast vera fallin væl til. Tey arbeiða, ganga í skúla og trívast annars væl.
Og tey ellivu, sum komu mánadagin, hava verið móttikin við opnum ørmum, sigur Jákup Pauli Olsen, sum er ein teirra, sum hevur virkað fyri at fá tey til Føroya.
Hann sigur, at allastaðni hava tey bara møtt vælvld, tá greitt var, at fólkini fingu uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum. Maersk Air lat ókeypis ferðaseðlar til øll. Bakkafrost, Fiskavirking og Fiskamarknaður Føroya lótu tey fáa arbeiði, og í skúlanum fingu tey bestu umstøður, møguligt var.
Jákup Pauli Olsen sigur, at hesi seinnu flóttafólkini, sum komin eru, longu hava verið og melda seg til hjá Runavíkar Kommunu, samstundis sum tey eru runt og hyggja at arbeiðsplássum og annars fáa ymisk praktisk ting upp á pláss hesar fyrstu dagarnar.