Avtakið skattalættan fyri 2008

Undirritaðu feløg heita á løgtingið um at stuðla uppskotinum um at avtaka skattalættan fyri 2008.
Skattalættin er sosialt órættvísur og økir ferðina á føroyska búskapin.
Feløgini harmast um skattapolitikkin hjá sitandi samgongu, sum økir um gjónna millum hág- og láglønt.
Ein persónur við fullari arbeiðaraløn á 207.000 kr fær sambært skattalóg hjá samgonguni einar 700 kr í skattalætta í 2008 meðan ein persónur, ið forvinnur tað dupulta, fær 6000 kr í skattalætta eftir at samhaldsfasti er rindaður.
Feløgini meta, at peningurin heldur skal nýtast til at dagføra vælferðartænastur. Tørvur er m. a. á at betra fólkaskúlan, dagføra almanna veitingar/pensjónir ella at gera bústaðir fyri ávísar samfelagsbólkar.
Búskaparliga er tíðin ikki tann rætta at veita skattalættar.
Skal skattalætti gevast má hesin minka um vaksandi gjónna í samfelagnum. Feløgini vísa tí til uppskotið frá fakfeløgunum í desember 2006.
At enda vilja feløgini heita á løgtingið um at útgreina viðurskiftini hjá ymisku samfelagsbólkunum í Føroyum. Í løtuni er alt ov lítil vitan um sosial viðurskifti her á landi.

Vinarliga,

Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag