Avtala um flogvøllin undirskrivað

Í dag er flogvøllurin í Vágum framvegis danskur, men í morgin er hann føroyskur

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, og danski flutnings- og orkumálaráðharrin, Flemming Hansen, hava undirskrivað avtaluna um yvirtøku av Vága Floghavn. Í avtaluni er ásett, hvussu ymisk viðurskifti í sambandi við yvirtøkuna skulu skipast, herundir starvsfólkaviðurskifti, búskaparlig viðurskifti og annað. Flogvøllurin, sum er yvirtikin frá í morgin 1. mai, verður skipaður sum partafelag seinni í ár. Til virksemið er umskipað, verður flogvøllurin rikin sum landsfyritøka.

- Eg eri sera nøgdur við, at málið um yvirtøku av Vága Floghavn loksins er avgreitt, og at avgerð er tikin um, at flogvøllurin skal dagførast og útbyggjast. Floghavnin er eitt týðandi sambindingarlið við útheimin, og tað er sera umráðandi, at umstøðurnar á flogvøllinum lúka tey krøv, sum brúkararnir seta í dag. Yvirtøkuavtalan, sum nú er undirskrivað av báðum pørtum, er ein týðandi varði á leiðini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í tíðindaskrivi.

Í sambandi við yvirtøkuna verður verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi á flogvøllinum í morgin frá kl. 12-16.