Avtalan verður ikki sett í gildið fyrrenn í summar

Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdu føroyingar eina kollveltandi handilsavtalu við ES. Men so hendi ikki meir og føroyskir útflytarar eru nú farnir at ótolnast

? Avtalan er ikki komin í gildið enn. Men møguleikar eru fyri, at hon kann koma í gildið 1. juli.

Herluf Sigvaldsson á uttanlandsdeildini í Landsstýrinum sigur, at tað er onki løgið í, at handilsavtalan, sum vit gjørdu við ES fyri nøkrum mánaðum síðani, ikki er komin í gildið enn.

Fyrst í oktober mánaða í fjør skrivaðu føroyingar undir eina kollveltandi handilsavtalu við ES.

Talan var um so grundleggjandi broytingar í handilsavtaluni við ES, at tá ið hon varð undirskrivað, varð sagt, at hon mestsum var at meta sum ein fríhandilsavtala, við tað, at nú vóru als ongar forðingar ella avmarkingar á 97% av okkara útflutningi til ES-lond.

Tó slapst ikki av við tollin á pilkaðum rækjum.


Farnir at ótolnast

Men síðani hendi ikki meiri og føroyskir útflytarar siga, at teir betala enn akkurát líka nógv í tolli, sum teir hava gjørt seinastu árini.

Og nú eru teir av álvara farnir at trákkast eftir at fáa avtaluna setta í gildið.

Vit hava spurt føroyska samráðingarleiðaran, Herluf Sigvaldsson, hví avtalan ikki er komin í gildið enn.

Men hann sigur, at tað er onki løgið í tí.

? Avtalan skal fyrst góðkennast av teimum ymsu stovnunum í ES og tað tekur sína tíð.

? Hjólini mala kanska ikki so skjótt í ES høvuðsstaðnum, Brússell, sum vit kundu ynskt.

? Men hetta er eitt mál, sum má ganga sína gongd, uttan at vit hava nakran sum helst møguleika fyri at skunda undir málsviðgerðina.

Herluf Sigvaldsson sigur, at, at fyrst skal avtalan góðkennast av ES-ráðnum.

Og tann góðkenningin er í trimum stigum.

? Fyrst skal EFTA - nevndin góðkenna avtaluna.

? Síðani skulu ES-sendiharrarnir góðkenna hana og loksins skulu uttanríkisráðharrarnir góðkenna hana.

? At enda verður so aftur fundur í felagsnevndini, og tá skulu báðir, samráðingarleiðararnir vátta avtaluna einaferð afturat.

? Og tá ið tað er gjørt, skal avtalan lýsast í ES-Tíðindum, og ikki fyrrenn tá kemur hon í gildið.

Tó leggur Herluf Sigvaldsson afturat, at góðkennur EFTA-nevndin avtaluna, plaga hinar góðkenningarnar bara at verða meiri og minni avgreiðsluspurningar.

? Men stinga trupulleikar seg hinvegin upp í EFTA-nevndini, verður neyðugt við samráðingum longri uppi í stiganum.


Í summar

Føroyski samráðingarleiðarin sigur, at seinast, hann var í sambandi við ES-myndugleikar væntaðu teir, at avtalan varð endaliga góðkent í Brússell í vár.

?Síðani verður beinanvegin fundur í felagsnevndini.

Hann sigur, at ein fyribils meting sigur nú, at avtalan kann koma í gildið 1. juli Og tann metingin, sum hann heldur fer at halda.