Avvarðandi fáa ov lítla hjálp

- Tað er tungt og krevjandi arbeiði at hava við sorg at gera, sigur Jógvan Fríðriksson, sum er prestur í tí økinum, sum seinastu árini hevur verið harðast rakt av vanlukkum á sjónum

Seinastu árini eru tey á vestara armi á Skálafjørðinum rakt sera meint av vanlukkum á sjónum.

Í apríl mánaði fyri tveimum árum síðani fórust fimm mans við Sjóborg, og tað hendi bara nøkur fá ár eftir, at tveir mans fóru við sama skipi. Aðrar vanlukkur á sjónum hava eisini kravt mannalív á Strondum og á Skála.

Jógvan Fríðriksson hevur verið prestur í Sjóvar prestagjaldi seinastu átta árini, og hann hevur sum prestur verið partur av øllum hesum vanlukkunum.

-Tað hevur verið hart, tí vit hava møtt deyðanum upp á allar hugsandi mátar. Vit hava mist fólk í bestu árum av vanlukkum og sjúkum, og vanlukkurnar á sjónum hava rakt okkum hart, sigur Jógvan Fríðríksson.

Í dag er dagur teirra sjólætnu, og kring alt landið minnast fólk tey, sum mistu lívið á sjónum.

-Hetta er ein góður siður, tí sjálvandi skulu vit minnast tey, sum doyggja á og við sjógvin. Vit eru ein tjóð sum livir av havinum, og havið er eisini allastaðni rundan um okkum. Hetta skal verða ein sorgblíður dagur við bæði sorg og vón, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Eg kundi hugsa mær, at størri virðing varð sýnd hesum serliga degi. Eg frøist um, at ølklubbar hava stongt 1. november, og bingospæl og líknandi tiltøk eru ikki ein slíkan dag, men eg haldi, at skúlarnir skuldu verið stongdir hendan dagin, og at alt arbeiði skuldi ligið stilt, heldur presturin á Gjaranesi.


Ótespiligur deyði

Síðani Jógvan Fríðriksson fór av prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og búsettist Innan Glyvur í 1992 hava boð ofta verið eftir honum í sambandi við vanlukkur.

Uppgávan hjá presti er ofta at bera deyðsboðini, og síðani at verða um tey avvarðandi og hjálpa teimum í døgunum aftaná, tá spurningarnir eru nógvir og svarini fá.

- Sum prestur kennir tú teg hjálparleysan, tá tú skalt verða um tey avvarðandi. Orð kunnu verða meiningsleys, og tí meti eg nærveruna sum tann týdningarmesta partin av mínari hjálp, sigur hann.

- Deyðin kann vera sera ótespiligur, men hann er í grundini líka natúrligur sum lívið er. Eg prædikki tó ongantíð deyðan sum nakað positivt, og eg kundi ikki funnið upp á at sagt fyri fólki, sum hava mist ein kæran, at tað er ein ætlan við øllum, og at alt er gott. So hevði eg válkað mær í neyðini og sorgini, og so hevði eg ivaleyst fingið nevan, sigur Jógvan Fríðriksson.

43 ára gamli presturin, sum tók teologiprógv í Århus í 1985, sigur seg altíð vera vælkomin, tá hann kemur á gátt hjá teimum sum sita eftir.

- Eg verji ikki Gud, tá deyðin hevur kravt eitt lív. Eg haldi, at fólk skulu spyrja Gud teir kritisku spurningarnar og spyrja hann, hvør meiningin er við tí heila, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Men eg trúgvi á Gud teirra hjálparsleysu, og ein Gud, sum livir og doyr saman við okkum.


Eingin patentloysn

Tá avvarðandi sita eftir við stórari sorg og sakni, er tað avmarkað, hvat prestur hann gera fyri at hjálpa teimum víðari.

- Sum prestur komi eg ikki við nakrari bíligari patentloysn til tey avvarðandi, tí slíkar loysnir finnast ikki. Fólk verða sjálvi noydd at taka rættiliga fatt í sorgina og arbeiða seg burtur úr henni. Tað er sum at byggja eini hús; áðrenn tú kanst fara undir at byggja, mást tú grava út og planera. Tað er umráðandi, at fólk ikki dyrka sorgina, tí so koma tey ongantíð víðari, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Tað er eisini týdningarmikið, at tey avvarðandi skilja, at talan er um deyða og um skilnað. Tey skulu hugsa realistiskt um deyðan, tí tað ger arbeiðið við sorgini lættari. Prestar skulu ikki verða daddur hjá fólki sum missa, tí tey eru ikki ómyndug fyri tað um tey hava mist. Tey skulu stuðlast fyri at koma í gongd aftur.

Jógvan Fríðriksson sigur, at hann kennir seg stundum hjálparleysan, tá hann er um tey avvarðandi í sambandi við deyða, sorg og jarðarferð.

- Eg skal royna at hjálpa fólki ávegis, men tað eru fólkini sjálv sum mugu koma á føtur aftur. Prestur skal ikki syrgja fyri fólk, men hann syrgja saman við teimum.

- Fyri nøkrum árum síðani helt eg, at føroyingurin var broyttur og vorðin í so ópersónligur, men tað áskoðanina havi eg broytt seinastu árini. Neyðin, sum vit hava verið í, hevur víst, at tað liggur nógv gott í fólkinum, sigur Jógvan Fríðriksson.


Persónligt krevjandi

Nógvu vanlukkurnar í økinum hjá Jógvani Fríðriksson hava kravt nógv av honum sum presti og menniskja.

- Eg eri merktur av øllum hesum hendingunum, tí tað er tungt og krevjandi arbeiði at hava við sorg at gera, sigur hann.

Jógvan Fríðriksson er uppvaksin á Strondum, og kona hansara er av Skála, tí búgva tey nú í økinum, har tey eru uppvaksin og hava familju, vinir og kenningar.

- Eg kenni øll fólk yvir sjey ár í mínum prestagjaldi, og tí eri eg í grundini eisini ein avvarðandi, tá fólk doyggja. Men eg kann ikki loyva mær at taka synd í mær sjálvum, sigur Jógvan Fríðriksson.


Manglar serkøn hjálp

Presturin á Gjaranesi saknar ein stovn ella eitt samstarv, sum kann hjálpa fólki at koma aftur á føtur, eftir at ein av teirra nærmastu er deyður.

- Eg eri keddur av, at eg havi ikki stundir til at fylgja vanlukkum upp, tí tá jarðarferðin er farin aftur um, havi eg ikki orku til at vitja tey sum sita eftir og rættiliga stuðla teimum víðari, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Tí kundi eg hugsa mær, at tað fanst eitt ella annað tvørfakligt samstarv, har kirkjan var ein partur, sum kundi hjálpt fólki í tíðini eftir at tey hava mist. Sorgin er ofta meira kompleks enn tað, sum eg kann hava yvirlit yvir. Í slíkum føri hevði tað verið gott við eini hjálpandi hond frá einum liði av serkønum fólki.

- Tað kann pína meg, at eg ikki fáa fylgt málum upp, men tað er hvørki tí, at eg ikki vil ella ikki tími, men tí eg havi ikki stundir til tað, sigur Jógvan Fríðriksson.

Hann heldur, at slíkt samstarv millum annað kundi hjálpt einkjum, sum hann heldur fáa alt ov lítla fíggjarliga hjálp, tá tær missa mannin.

- Einkjur fáa bara til tað allar mest neyðuga, og missurin av manninum kann hava nógvar trupulleikar við sær, tí mugu korini hjá einkjum - serliga teimum sum hava børn - bøtast munandi, heldur Jógvan Fríðriksson.