Axel Jacobsen lagt árarnar inn

Hin 10. juli legði Axel Ja­cobsen á Selatrað árar­nar inn nakrar dagar áðrenn hann hevði fylt áttati fýra ár.

Axel havi eg kent í eini 25 ár. Hann var ein av teimum trúgvu tænar­unum í føroysku fólka­kirkj­uni. Í tríati ár var hann deknur við Sela­traðar kirkju. Hann gjørdi hetta arbeiðið við stórari gleði, men eis­ini við at kenna eina stóra ábyrd. Hann gav sær av sonnum stundir at vera deknur. Ikki fór hann í seinastu løtu frá húsum. Longu ein tíma áðrenn guðs­tænastan byrjaði, var Axel komin oman í kirkj­una, til tess at hava frið at lesa tekst­irnar og at biðja fyri guðstænastuni. Tað var eingin skundur, men há­tíð og halgifriður yvir manninum, tá ið hann las.

Axel røkti hendan gerning við trúfesti heilt til tað allar seinasta.

Eisini stóð hann fyri arbeiðinum í missións­húsi­num. Hóast tað ikki altíð var tann stóra fjøldin, sum møtti upp í kirkju og missiónshúsi, so tók hetta ikki mótið frá honum. og tú kom ikki til Sela­traðar á møti, at hann ikki eisini hevði nøkur góð orð at skoyta uppí taluna.

Tá ið eg fyri fáum vikum síðani hevði møti á Sela­trað og vitjaði inn á gólvið hjá honum, sást týði­­­liga, at hann var sjúkur, men at tað skuldi ganga so skjótt, grunaði eg ikki.

Eg komi at sakna Axel nógv, tí vit høvdu sera gott samstarv. Tað fer at kennast løgið at koma aftur til Selatraðar og stólurin hjá Axel úti við vind­eyga stendur tómur.

Guð troysti tykkum, Lena og børnini

Friður verið við minninum um vinmann mín Axel.

------

John