Ayr fekk javnleik

Ayr United megnaði á útivølli at fáa javnleik móti liði úr besti deildini. Føroyski landsliðsskiparin sat á beinkinum allar 90 minuttirnar

Jens Kristian Hansen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá skotska felag hansara, Ayr United, í steypakappingini megnaði at fáa javnleik 0-0 á útivølli móti Premier League liðnum, Dundee.

Hóast javnleikurin var heldur óvæntaður, so var tað í øllum førum ikki óuppiborið, at Ayr nú fær enn ein møguleika í kappingini, tá umdystur verður á heimavølli.

Liðfelagarnir hjá Jens Kristiani høvdu nevnliga fleiri ferðir høvið at avgera dystin, men inn vildi bólturin ikki.

Móti endanum hevði Dundee tó onkran møguleika at skora sigursmálið, men í seinastu løtu eydnaðist tað verjuleikara hjá at verja fyri, tá álopsmaðurin hjá Premier league felagnum hevði beina kós móti málinum.

Næsti dysturin hjá Ayr verður á heimavølli, tá teir skulu royna seg móti Greenock Morton, sum liggur á áttanda plássi í skotsku fyrstu deild. Ayr liggur í løtuni á sjeynda plássi