Bíða eftir løgmanni

Javnaðarflokkurin tekur onga støðu til málið um setanina av landsantikvari, fyrrenn løgmaður hevur tikið sína avgerð

Landsantikvarurin

?Vit eiga at lata tey, sum eru beinleiðis uppi í málinum taka gera sínar niðurstøður fyrst.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins í andstøðu, heldur ikki at tað er rætt av honum at draga samanum málið um setanina av landsantikvari og at gera nakrar niðurstøður enn.
?Fyribils situr javnaðarflokkurin og bíðar eftir, hvat úrslit partarnir, sum eru beinleiðis uppi í málinum, koma til.
Løgmaður er fyrsti eftirlitsmyndugleiki hjá landsstýrisfólkunum og hann hevur avgjørdur boðað frá, at hann fer at kanna málið til botns. Og hann hevur boðað frá, at hann fer at taka eina skjóta avgerð.
? Og fyrrenn hann hevur tikið eina støðu, fer javnaðarflokkurin ikki at leggja seg út í málið. Hvat flokkurin fer at gera seinni, veldst hinvegin um, hvat úrslit Løgmaður og partarnir, sum annars eru beinleiðis uppi´i málinum, koma til, sigur Jòannes Eidesgaard.