Cowboy Junkies vóru stovnað í 1984 í Toronto. Tað eru tey trý systkini Margo, Michael og Peter Timmins, og Alan Anton. Tey hava givið níggju fløgir út. Tey eru sera væl dámd av tónleikaummælarum, men ókend av øðrum fólkum. Tónleikablaðið Rolling Stone skrivar, at tey hava kultstatus. Tónleikurin er ein blandingur av blues, country og rock. Eingin annar tónleikabólkur minnir um Cowboy Junkies, tí tey hava sín egna serstaka stíl. Tey hava gjørt tað, ið fáir bólkar hava megnað ella torað. Tey hava skapt eina sjangru. Grundin til, at tey ikki eru serliga kend, er helst, at tey ikki bara hugsa um at selja. Í bólkinum er tað røddin hjá Margo, ið dominerar.
Fyrsta fløgan kom út í 1986. Hon hevur løgna heitið: "Whites off earth now!!". Hvat býr undir hesum, er ilt at siga. Hon var innspæld live. Bara ein mikrofon varð brúkt. Her er einki tvætl, tey seta seg niður og spæla. Á fyrstu fløguni eru mest coverløg. Hetta er sermerktur droymandi transu blues. Frá t.d deyðu blues legendunum, John Lee Hooker og Robert Johnson. Í sínum tunglyndi skrivar John Lee Hooker: "I?ll never get out of this blues alive". Robert Johnson spælir sær við søguna um, at hann hevði fingið síni evnir við at selja sína sál til tann ónda. Um ein bara hugsar um tekst, so er hetta ikki ein serliga áhugaverd fløga. Blues tekstir plaga ikki at vera serliga áhugaverdir, sjálvt um tónleikurin er avbera góður.
Næsta fløgan kom út í 1987. Upptikin live í "Church of the Holy Trinity" í Toronto. Aftur hesu ferð mest góð coverløg. Sera góðar innspælingar av "I?m so longsome I could cry" hjá Hank Williams og "Walking after midnight". Kendasti sangurin hjá Cowboy Junkies er "Sweet Jane" hjá gamla Velvet Underground sangaranum Lou Reed. Hesin sangurin var m.a á soundtrackinum til kultfilmin "Natural born killers" hjá Oliver Stone. Filmurin, sum av onkrari løgnari grund, varð forboðin
í Føroyum. Í Degi og Viku ber væl til at síggja fólk verða skotin ella síggja lík liggja og flóta í gøtunum, men er tað á filmi, nei, so gongur tað ikki. So traðkar "Big Brother" frælsi til at velja niður.
Ikki fyrr enn á triðju fløguni taka tey seg saman og skriva næstan allar tekstirnar. Fløgan eitur: "The cauton horses". Flestu av tekstunum eru úr samfelagnum tey liva í. Kann kallast sosialrealisma og sum næstan øll onnur, syngja tey eisini um kærleika. Sangurin: "Cause cheap is how I feel" vísir, at tey hava talent fyri at skriva góðar tekstir. Eitt brot er : "Half moon in the sky tonight, bright enough to come up with an answer to the question why is it that every time I see you my love grows a little stronger. But your memory leaves my stomach churning, feeling like a lie about to be revealed, but I'll horde all this to myself cause cheap is how I feel". Michael Timmins skrivar næstan allar tekstirnar, men onkuntíð er tað Margo. Hon hevur eitt nú skriva tekstin í sanginum "Witches". Hann er um hvussu heksirnar royna at lokka hana at koma at luttaka í teirra sabbat. "There are witches in the hills calling my name. Saying come join us sister, come kiss the flame. Come dance in the moonbeams, ride the night wind, make love to the darkness and laugh at man?s sins". Hetta er teirra fyrsta studiofløga. Sjálvt um hon fyrst varð tikin upp í einum staði, tey kallaðu studio547, nevnt eftir tí kenda dansistaðnum í New Your studio54.
Á fjórðu fløguni "Black eyed man" samstarva tey við navnframa Townes Van Zandt. Hann hevur skrivað besta sangin hjá Cowboy Junkies: "Cowboy Junkies Lament". Hann er um gentuna, ið fer út at spæla, so koma dreingirnir at gera fortreð. Minnir um sangin: "Góða mamma tað var ikki eg", bara nógv betri. Besta brotið er hetta: "Baby hit the back door breathin' real heavy said the boys in the alley wouldn't leave her alone. Mama did her make-up in a terrible hurry she finally got ready but the boys were gone. Mama don't you worry, night's approachin' there's a hole in heaven where some sin slips through, just close your eyes and dream real steady maybe just a little will spill on you. Dark don't lie. Dreams come true. Could be a few will see you through".
Fimta fløgan eitur Pale sum Crescent moon. Hetta er ein rockkend fløga, men sermerkta Cowboy Junkies ljóðmyndin hoyrist alla tíðina. Í Rolling Stone stóð tað at lesa, at henda var á top 10, av bestu rockfløgum nakrantíð. Her eru fleiri sera góðir sangir. Her eru ma.a romantiskir sangir og sangir um farnar tíðir, tá skalpjagarar vóru uppi á døgum. Besti sangurin eitur "Ring on the sill". Eg vil meta, at hetta er ein tann besti kærleikssangurin nakrantíð. "He lifts his glass from the table
It leaves a ring where it stood. He sees the light from the window. Caress her like he knows he should. He's remembering the first time he kissed her and how he'd wake and immediately he'd miss her, like a spell, with each breath, he'd taste her breath like a haunting, irritating as hell.
Do you remember when you'd pray to never see the day when someone would make you feel this way. 'Cause you knew they would cut right through you and once inside, you were afraid they'd find nothing to hold on to".
Cowboy junkies hava noktað at tilpassa seg tónleikinum, ið er væl umtóktur. Hetta eru góðir tónleikarir. Tey høvdu uttan trupulleikar klárað at gjørt eina fløgu, ið toppaði á hittlistum. Nú í hesum døgum, tá plátufeløg hava so ógvuliga stóra makt, er tað gott við einum orkestri sum Cowboy Junkies. Tey spæla tað tey hava hug til og lata ikki tónleikaídnaðin stýra sær. Nú er tónleikur fyrst og fremst ein søluvørða. Plátufeløg hópframleiða bólkar, ið minna um Spice Girls og Take That. Ein gevst og tveir koma í staðin. Videoløg hava fingið størri týdning enn tónleikurin. Her er tað útsjóndin, ið telir meira enn nakað annað. Tilfelags fyri næstan allar hesar bólkar er, at tey hvørki skriva tekst ella gera løg. Arbeiði hjá teimum er at syngja, dansa og síggja gott út. Hjá syngjandi konufólkum er tað ein fyrimunur at hava stór bróst og deiliga reyv. Um tey ikki hava ein tóna skaptan í heysinum, er undirornað. Tað kann alt ornast í studio