Tvey tey seinastu árini hava Føroya Landsskjalasavn og Tórshavnar Býarsavn havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík um Býarmenningina í Havn. Hesar framsýningar hava verið væl umtøktar millum fólk í Føroyum. Nú hava íslendingar eisini víst hesum framsýningum áhuga.
Tað er Borgarskjalasafn Reykjavíkur sum hevur biðið um at fáa framsýningarnar til Íslands, har tær verða settar upp í hølum Borgarskjalasavnsins. Framsýningin letur upp leygardagin 3. december. Borgarstjórin í Reykjavík letur framsýningina upp, saman við umboði frá Føroya Landsskjalasavni. Borgarskjalasavnið hevur bjóðað eini 700 fólkum til upplatingina. Framsýningin verður opin fram til 12. februar 2006.
Evnið í framsýningunum er býarmenningin í tíðarskeiðinum frá 1856, tá ið Thorshavns Bygningskommission, bygginevndin, fór at virka, og fram til 2005.
Longu miðskeiðis í 1860-árunum kom tann fyrsta byggiætlanin fyri gamla býarpartin í Tórshavn. Umleið 1880 sæst, at ein skipað bygging fer fram uttan fyri gamla býarpartin. Tinghúsvegurin fekk skap og somuleiðis býlingurin í Bø - t.e. Bø-, Tróndar- og Magnus Heinasonar gøta.
Fyrst í 20. øld tók Havnin at vaksa. Útstykkingar vórðu gjørdar, og býlingurin í Abbatrøð og høvuðsgøturnar niðan til Rabarbukvarterið gjørdust veruleiki. Seinast í 1940-árunum fluttu fólk í stórum tali til Tórshavnar, og býlingarnir í Hornabø og Grønland sóu dagsins ljós. Tað var eisini um hetta mundið Føroya Løgting fór at viðgera lógina um býarskipanir og byggisamtyktir. Fyri Havnina var tað í tøkum tíma og arbeiðið byrjaði alt fyri eitt, men varð fyrst liðugt í 1972, tá ið almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu fekk gildi.
Framsýningin er eisini um, hvussu býurin á ymsan hátt vaks í 1950-árunum og hvussu byggivinnan veruliga tók dik á seg í 1960-árunum. Somuleiðis er við 1970-árunum, tá ið bæði kommunalar og privatar útstykkingar vórðu ætlaðar, meðan størri - og mangan øðrvísi bygging - tvíhús og randarhús o.a. sóust í 1980-árunum og fram til búskaparkreppuna fyrst í 1990-árunum.
Júst í hesum døgum fer tann størsta kommunala útstykkingin fram - Hoyvíkshagi Suður, og fyrstu húsini verða reist haruppi nú. Sigast skal, at sama útstykking er tann fyrsta, ið kommunan er farin í holt við síðani kreppuárið 1992.
Av tí at Tórshavnar kommuna seinastu árini er vaksin við oyggjum og grannabygdum, hevur tað verið neyðugt við eini heildarætlan. Tí hava søvnini sjálvsagt givið byggi- og býarskipanardeild Tórshavnar kommunu innivist á framsýningini. Her verður at síggja, hvussu politikarar og embætisfólk í felag royna at lúka tørvin í framtíðini hjá teirri vaksandi fjøld av fólki, ið fer at seta búgv í kommununi.
Ætlanin við framsýningini er at fáa fram, hvussu Havnin av álvara tók at vaksa miðskeiðis í 20. øld og fram í dag.
Á framsýningini eru myndir, kort, tekningar, skjøl og tøl, sum vísa, hvussu býurin hevur flutt seg og hvussu fólk í Tórshavn hava hugsað, tá ið tey hava søkt um byggiloyvi til sethús og umbyggingar. Á framsýningini eru eisini umsóknir frá handlum og fyritøkum og almennum stovnum.