Bíbilsku nøvnini halda tørn

- Tey bíbilsku nøvnini hava altíð verið nógv nýtt. Jákup hevur síðan miðjan nítjundi øld verið tað mest vanliga dreingjanavni í Føroyum og í sama tíðarskeið hevur Maria verið mest nýtta gentunavnið, sigur Anfinnur Johansen, formaður í navnanevndini

Um tú heldur at nógvir nýføðingar fáa nøvnini Jákup ella Ró, so er tað ikki uttan orsøk. Tey bæði nøvnini eru nevniliga tey mest nýttu nøvnini higartil í 2018. Tað vísir nýggja uppgerðin yvir fólkanøvn, ið Anfinnur Johansen, formaður í navnanevndin, ger á hvørjum ári fyri Álmunakkan.

Sambært hagtølunum hjá Anfinni Johansen hava níggju dreingir fingið navnið Jákup í ár. Av teimum eru tað sjey, ið hava fingið Jákup til fornavn, ein til seinna navnið og ein til triðja navnið. Um bara verður hugt eftir hvat navn er mest nýtt í samband við fornavn er Jákup á einum deildum fyrsta plássi við Jógvan.

Innan gentunøvn er støðan eitt sindur øðrvísi, har Ró er mest nýtta gentunavnið higartil í ár. Tilsamans hava 13 gentur fingið navnið Ró, men av teimum eru tað einans 4, ið hava fingið tað til fornavn. Í staðin er tað væl dámt sum annað navn, tí tað eru níggju børn fødd í ár, ið bera tað sum annað navn.

Mest brúkta fornavnið er hinvegin bíbilska navnið Eva. Ellivu av teimum gentum, ið eru føddar í Føroyum í ár, hava fingið navnið Eva.

Siðvenjan er sterk
Á listanum yvir tey mest nýttu nøvnini eru fleiri nøvn, ið vit kenna aftur frá bíbliuni, harímillum Jákup, Maria, Elias og Eva. Og so hevur tað verið í hálvtannað ár sigur formaðurin í navnanevndini.

- Tey bíbilsku nøvnini hava altíð verið nógv nýtt. Jákup hevur síðan miðjan nítjundi øld altíð verið tað mest vanliga dreingjanavni í Føroyum og í sama tíðarskeið hevur Maria verið mest nýtta gentunavnið, sigur Anfinnur Johansen og leggur afturat.

- Áðrenn 1850, tað vil siga í fyrri helvt av nítjundi øld, var tað annars Jógvan og Anna, ið vóru tey vanligastu nøvnini.

Tað eru kortini ikki bara tey gomlu og kendu bíbliunøvnini, ið verða brúkt í Føroyum í dag, men verða nýggj bíbliunøvn javnan góðkend, tá foreldur skulu finna eitt navn til nýføðingin.

- Seinnu árini eru øgiliga nógv bíbliunøvn komin aftrat, ið aldrin áður hava verið brúkt í Føroyum. Harímillum eru Kesia, Atara, Natan, Josias og Ómar, sigur Anfinnur Johansen.

Tvínevni
Meðan listin yvir mest nýttu dreingjanøvnini er merktur av bíbilskum og siðbundnum føroyskum nøvnum, er tað eitt rímiliga nýtt navn, Ró, ið liggur ovast á listanum yvir gentunøvn.

- Tað er eitt norrønt navn og eitt navn, ið er rættiliga nýtt í Føroyum. Tað verður serliga nógv brúkt sum seinna navn. Tað er mangan soleiðis, at foreldur brúka eitt stavilsi nøvn, tá man tvínevnir, sigur hann.

Sambært Anfinni Johansen er tað felags fyri fleiri av teimum nøvnum, ið verða nógv nýtt, at tey verða nýtt í tvínevni.

- Orsøkin til at Jákup og Maria eru so nógv nýtt, er tí tey verða brúkt í tvínevni. Sum dømi kunnu nevnast Jóhanna Maria, Jákup Egil og Hans Jákup. Hesi nøvn eru øgiliga nógv brúkt sum bæði fyrra og seinna navn í tvínevni, sigur hann.

Fleiri millumnøvn
Eitt annað rák, ið formaðurin navnanevndini hevur lagt merki til seinnu árini, er at fleiri foreldur eru farin at geva børnunum millumnøvn.

- Fleiri føroyingar eru farnir at brúka millumnøvn. Annaðhvørt barn føtt í Føroyum í 2019 hevur eitt millumnavn. Tað er um 50,4 prosent av nýføðingum higartil í ár, ið hava eitt millumnavn, sigur Anfinnur Johansen.

Eitt millumnavn er, tá ið foreldrini geva einum barni tvey eftirnøvn. Hinvegin kann eitt fornavn aldrin kann blíva eitt millumnavn, vísir formaðurin í navnanevndini á.

- Nógv halda, at hjá til dømis Hans Jákup er Jákup eitt millumnavn, men tað er eitt fornavn. Eitt millumnavn kann ikki vera eitt fornavn, men tað kann vera eitt eftirnavn, sigur hann.

Og tað er serliga nýggja rákið við at geva børnunum son/dóttir, ið er við til at økja um talið av millumnøvnum.

- Knapt 23 prosent av børnunum fødd í ár hava son ella dóttir til millumnavn, meðan tað eru omanfyri 17 prosent av børnunum, ið hava son ella dóttir sum eftirnavn. Son/dóttir er eitt rák, ið er í vøkstri í Føroyum, sigur Anfinnur Johansen.

576 børn
Fram til 15. oktober 2019 hevur navnanevndin fingið fráboðanir um 576 børn, fødd í 2018, sum eru doypt/navngivin, t.e. 292 dreingir og 284 gentur. Sambært løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2007, skal eingin hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Er navn faðirs ella móður tvínevni, verður bert annað navnið nýtt í hesum føri.

Tey 3 mest nýttu dreingjanøvnini og tey 3 mest nýttu gentunøvnini eru hesi (tølini uttan klombur eru fyri einnevni/fyrra/fyrsta navnið, tølini í bugklombrum eru fyri seinna/2. navnið, og talið í hornklombrum er fyri síðsta/3. navnið):

Dreingjanøvn         Gentunøvn

    1. Jákup 7 + (1) + [1] 9                  1. Ró 4 + (9) 13
    2. Jógvan 7 2. Eva 11

    3. Elias 4 3. Maria 2 + (4)

            Lias 2 6          Marie (1) 7

    4. Pauli 3 + (3) 6



Tvey fornøvn
135 børn (63 dreingir (26,6%) og 72 gentur (24%)), t.e. 25,4%, hava tvey fornøvn

Trý fornøvn
3 børn (3 dreingir) t.e. 0,5%, hava trý fornøvn

Tvey fornøvn + millumnavn + eftirnavn
49 børn (20 dreingir (6,8%) og 29 gentur (10,2%)), t.e. 8,5%, hava tvey fornøvn + millumnavn + eftirnavn


Millumnavn
290 børn (144 dreingir (49,3%) og 146 gentur (51,4%)), t.e. 50,4%, hava millumnavn
131 børn, t.e. 22,7%, hava fornavn faðirs/móður + -son/-dóttir sum millumnavn, t.e:
58 dreingir, t.e. 19,9%, hava fornavn faðirs + -son sum millumnavn
73 gentur, t.e. 25,7%, hava fornavn faðirs + -dóttir sum millumnavn
5 dreingir, t.e. 1,7%, hava fornavn móður + -son sum millumnavn
8 gentur, t.e. 2,8%, hava fornavn móður + -dóttir sum millumnavn
33 børn (13 dreingir (4,5%) og 20 gentur (7%)), t.e. 5,7%, hava eftirnavn móður sum millumnavn
6 børn (3 dreingir (1%) og 3 gentur (1,1%)), t.e. 1%, hava eftirnavn faðirs sum millumnavn
36 børn (24 dreingir (8,2%) og 12 gentur (4,2%)), t.e. 6,3%, hava millumnavn faðirs sum millumnavn
66 børn (37 dreingir (12,7%) og 29 gentur (10,2%)), t.e. 11,5%, hava millumnavn móður sum millumnavn
2 børn (2 dreingir), t.e. 0,4%, hava millumnavn, sum hvørki faðir ella móðir hava sum millumnavn ella eftirnavn
3 børn (2 drongur (0,7%) og 1 genta (0,4%)), t.e. 0,5% hava millumnavn, sum er eftirnavn (gentunavn) móður undan giftu, men sum hon hevur strikað í sambandi við giftu

 

Eftirnavn
100 børn, t.e. 17,4%, hava fornavn faðirs/móður + -son/-dóttir sum eftirnavn, t.e.:
54 dreingir, t.e. 18,5%, hava fornavn faðirs + -son sum eftirnavn
46 gentur, t.e. 16,2%, hava fornavn faðirs + -dóttir sum eftirnavn
2 børn (2 dreingir), t.e. 0,4 %, hava fornavn móður + -dóttir sum eftirnavn
202 børn (92 dreingir (31,5%) og 106 gentur (38,7 )), t.e. 35,1%, hava sama eftirnavn sum foreldrini
181 børn (94 dreingir (32,2%) og 87 gentur (30,6%)), t.e. 31,4%, hava eftirnavnið hjá faðirinum
82 børn (44 dreingir (15,1%) og 38 gentur (13,4%)), t.e. 14,2%, hava eftirnavnið hjá móðurini
8 børn (5 dreingir (1,7%) og 3 gentur (1,1%), t.e. 1,4%, hava millumnavn faðirs sum sítt eftirnavn
1 drongur, t.e. 0,2%, hevur eftirnavn, sum hvørki faðir ella móður bera