Hungursneyð kom nú í landinum - sum hina ferðina, á døgum Ábrahams; tá fór Ísakur til filistarakongin Abimelek í Gerar.
2
Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær!
3
Búgv sum fremmandur her í landinum, so skal Eg vera við tær og signa teg! Tí tær og avkomi tínum gevi Eg øll hesi lond; Eg skal halda eiðin, ið Eg svór Ábrahami, faðir tínum.
4
Eg skal gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og geva avkomi tínum øll hesi lond, og í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað
5
- aftur fyri at Ábraham lurtaði eftir Mær og helt alt tað, ið Eg álegði honum at halda, boð, fyriskipanir og lógir Mínar."
Sært tú, her fær Ísakur sama lyfti, sum pápi hansara hevði fingið, hetta at teir skuldu fáa hesi lond, sum teir búðu í sum fremmandir. Men tað er ikki alt, nei so kemur hetta lyftið:”Í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað.
Jákup fær sama lyftið í 28. kap. 12-14. vers:
Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals, og einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum hann.
13
Og HARRIN stóð framman fyri hann og segði: "Eg eri HARRIN, Gud Ábrahams, faðirs tíns, og Gud Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum.
14
Avkom títt skal verða sum dustið á jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.
15
Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær."
16
Her er ikki talan um filosofi. Nei, nei Gud talar beinleiðis til trý ættarlið við opinbering um framtíð teirra, og vit skulu leggja serliga til merkis, lyftið um avkomið. Ábraham fær enntá lyftið tríggjar ferðir, og taka vit kap. 22,18 verður lyftið sagt júst við somu orðum, sum Ísakur og Jákup fingu tað, nevniliga: ” Í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar.” Paulus ápostul tekur hetta upp í galatiabrævinum, har hann sigur: ”Ikki stendur ”avkomum”, sum um nógvar, men sum um ein:”Og avkomi tínum”- og tað er Kristus.”
Eisini Pætur ápostul nevnir hetta á hvítusunnu. Ápostlasøgan 3,25-26.
Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: "Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar."
Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum."
Jú vissuliga, bíblian hongur øll saman, og hon handlar um Jesus Kristus, Hetta sigur Jesus eisini sjálvur, tá ið hann fylgdist við tveimum lærisveinum á veg til Emaus eftir uppreisnina.
So mín lesari, lat ongan hvørki leikan ella lærdan villeiða teg hesum viðvíkjandi. Bíblian er øll innblást og boðskapur Guds til okkara.
Í triðja parti skulu vit hyggja eitt sindur uppá hin stóra gudsmannin Móses.