Bíblian sum sjónvarpsrøð

Enska sjónvarpsrásin BBC fer nú undir at dramatisera Bíbliuna. Sjónvarpsrásin BBC fer undir at gera eina stutta sjónvarpsrøð í seks pørtum, har hvør partur fer at snúgva seg um ein týdningarmiklan part úr Bíbliuni. BBC greiðir frá, at kjarnin í røðini verður ?mannaættin, undurverk og frásøguhendingarnar í Bíbliusøguni?. Við teldugjørdum myndum og drama fer ein kendur sjónleikari at greiða frá søgunum úr Bíbliuni ? enn vil BBC tó ikki siga, hvør sjónleikari talan er um.

Sjónvarpsrøðin verður væntandi send í 2009 við Cecil B. DeMille sum leikstjóri. DeMille hevur áður leikstjórnað bíbilskar stórfilmar sum ?Samson og Dalia? og ?Tey 10 boðini?.