Havn: - Ja, eg eri klár, sigur Sunniva Kallsberg.
Hon hevur sett seg væl til rættis í einum serbygdum studio á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.
Sunniva stillar borðið við tí grøna dúkinum í rætta hædd. Hon finnur rætta hallið á plátuni, og tekur ta stóru tungu bókina fram. Nú er hon til reiðar at byrja upplesturin og upptøkuna av enn eini bók í Bíbliuni.
Aftanfyri ein glasrút sigur Margreta Næs, umsitari fyri Meginfelag teirra Brekaðu. Tað er púra kvirt inni í upptøkuhølinum, nú Sunniva fer undir lesturin.
Úrslitið av hesum arbeiðinum liggur klárt í dag: Umframt einar 200 aðrar ljóðbøkur, finst nú eisini øll Bíblian á føroyskum máli.
Hetta er til stóra gleði og gagn fyri tey sjónveiku og lesiveiku, men sum fegin vilja lurta eftir føroyskum bókmentum á bandi ella fløgu.
Endamálið við hesum arbeiðinum er stutt sagt, at hesin parturin skal kunna gera brúk av hesi tænastuni – ella sum sagt verður:
- Tað skal ikki vera dýrari at vera blindur enn síggjandi.
Drúgt og kostnaðarmikið
Tað var eitt spennandi stig, sum Ljóðbókanevndin fór undir fyri fýra árum síðani: Ætlanini at lesa alla Bíbliuna inn á fløgur og bond.
Í 2003 kom fyrst Nýggja Testamentið út á 22 fløgum og á 18 bondum. Árið eftir var farið undir at lesa inn Gamla Testamentið.
Men henda seinasta verkætlanin var rættiliga drúgv, tí Gamla Testamenti fevnir um ikki færri enn 39 ymiskar bøkur og í ymiskari longd.
- Hetta arbeiðið var bæði drúgt og eisini kostnaðarmikið. Men vit hava so givið út ein part um árið, sigur Ljóðbókanevndin.
At fara undir eina slíka verkætlan krevur sjálvandi fígging. Og í nevndini er semja um, at var ikki stuðul fingin frá grunnum og góðum fólki, hevði tað als ikki borið. Serliga góðan stuðul hevur nevndin fingið úr gávugrunninum hjá Eik.
Fløgur og bond
Nú, ið seinasta bókin er fingin frá hond, kann staðfestast, at øll Bíblian sum hon er, er at finna á 92 fløgum og á 89 bondum. Samanlagt er tíðin einar 100 tímar.
Útivið 20 ymisk fólk hava innlisið Bíbliuna. Her er mest talan um prestar, deknar ella fólk, sum hava lisið morgunlestrar í útvarpinum.
- Valið er gjørt út frá einum ynski um at eldri fólk, sum vilja læna ella keypa sær Bíbliuna, skulu vera kenda við lesingarháttin, sigur Ljóðbókanevndin.
Bíblian er lisin inn í fleiri eindum – 22 fløgur við Nýggja Testamenti og 70 við Gamla Testamenti, umframt 18 bond við Nýggja Testamenti og 71 við Gamla Testamenti.
At gagni
Fyrimunurin við hesi skipanini er tann, at allar hesar fløgurnar og bondini kunnu bæði lænast og keypast.
Bíblian er til láns á bókasøvnunum, men fæst eisini til keyps í bókahandlunum. Til ber at keypa allar fløgurnar og bondini í einum ella í smærri pørtum.
Hinvegin kann ein staðfesta, at ljóðútgávan við bondunum fyllir nógv á eini bókahill, tí samanlagt eru tey sløk 100 bond á íalt 17 húsum.
- Bond eru við at fara í søguna, men enn eru nógv eldri sjónveik fólk, sum ikki duga so væl við fløgunum. Her kunnu bondini verða teimum at gagni, sigur nevndin.
Lagt verður kortini aftrat, at ætlanin er at komprimera ljóðið, soleiðis at øll Bíblian verður tøl á nøkrum fáum fløgum um ikki so langa tíð.
FAKTA
Ljóðbókanevndin
Í Ljóðbókanevndini sita fólk, ið eru sett til at umboða bólkar av borgarum, sum vegna sjónbrek ella onnur brek hava tørv á ljóðbókum, og eftir førimuni at síggja til, at hesi fólk fáa tørvin nøktaðan.
Í Ljóðbókanevndini sita: Margreta Næss, umsitari – fyri MBF; Tórun Sumberg – fyri Blindastovnin; Martin Næs – fyri Landsbókasavnið; Malan Hilmarsdóttir - fyri Býarbókasavnið; Solveig Debess - fyri Landsmiðstøðina og Ruth Thomsen - fyri Blindafelagið.
Ljóðbókanevndin letur einar 20-25 bøkur lesa inn um árið, og eru tær ætlaðar øllum aldursbólkum. Roynt verður at røkka einum breiðum úrvali av bókmentum at lesa inn.
Í dag finnast einar 200 ljóðbøkur á føroyskum máli. Hesar eru at finna á bókasøvnum, har Býarbókasavnið í Havn hevur størsta útlánið.
Ljóðbøkur hava eisini eina heimasíðu www.ljodbokur.fo, har eitt yvirlit finst yvir bøkurnar.
Tær næstu bøkurnar, sum eftir ætlan koma út á ljóði eru Havnar Søga og Løgtingið 150 ár.
200 ljóðbøkur
Útivið 20 ymisk fólk hava innlisið Bíbliuna. Her er mest talan um prestar, deknar ella fólk, sum hava lisið morgunlestrar í útvarpinum.
Hesi fólkini eru
Øssur Kjølbro
Sunniva Kallsberg
Jóannes Fonsdal
Sigrid Fonsdal,
Jákup Kass
John-Sigurd Johannesen
Elsa Funding
Ásbjørn Mikkelsen
Marjun Bæk
Uni Næs
Helena Samuelsen
Kjartan Mørkøre
Heri Tróndheim
Sonja Klein
Bergur Jacobsen
Borgny Brünings Hansen
Hallgrím Johannesen
Súsanna Mortensen
Arnold Joensen
Bjarni Bæk