B-gúppetrýsj

Liðskiparin hjá Víkingi staðfesti eftir dystin, at teir ikki gjørdu tað, sum kravdist fyri at fáa neyðugu stigini.

- Eg má siga, at teir høvdu leitað langt aftur í søgubøkurnar. Teir blivu kallaðir B-gúppetrýsj fyrr, og tað vístu teir so sanniliga aftur í dag. Tað var rættiliga primitivt, men tað riggaði, tí ferðin fer fullkomuliga úr dystinum, segði Niclas Niclasen.

Og eru tit ikki ov seinir at umstilla tykkum. Tað er jú ikki fyrr enn allar seinastu løtuna, at tit broyta spælið til at oysa bóltar inn í feltið?

- Tað er ongan tíð okkara ætlan at gera tað. Men tað noyddust vit móti endanum. Tað sær sjáldan pent út, men við hvørt riggar tað kortini, men hesa ferð fingu vit so einki burturúr tí heldur.

Ein sigur hevði lyft tykkum á silvurplássið, og nú eru tit ístaðin á fimta plássinum. Er tað ein beiskur biti?

- Ja, tað er tað sjálvandi. Men hinvegin er tað somikið tætt undir toppinum, og tað eru framvegis sjey dystir eftir. Vit hava B36 heima longu sunnudagin, so hetta skal ikki oyðileggja góða stiman, sum vit hava verið í.