Av og á koma bóghvítuhvalir heilt nær landi og inn á føroysku firðirnar.
Í gjár løgdu fólk til merkis bóhvítuhvalir, ið spældu sær rættiliga langt innaliga á Vágsfirði. Innanfyri stóra brimgarðin.
Hóast hesi stóru hvalir ikki tykjast gera um seg, ella gera skaða, so sást, at eittnú vóru løtur, har sjófuglur, so sum æður, máttu flýggja undan, fyri at bjarga lívinum.
Bóghvítuhvalir eru stórir og kunnu óivað vera vandamiklir, tó at fleiri helst hava eina ímynd av hesum hvalum sum eitt friðardýr. Hetta orsakað av væl umtóktu filmunum "Free Willy".
Mynd: K. Hjalt