Seinasta vikuskifti luttók Búgvi Poulsen í stórari altjóða judokapping í Malmö í Svøríki.
Kappingin nevndist Swedish Open, og har vóru luttakarar úr øllum Norðurlondum og aðrastaðni frá eisini so sum Týsklandi, Bretlandi, Fraklandi, Póllandi o.a.
Búgvi luttók í bólkinum -81 kg, og í tí vektbólkinum vóru 30 luttakarar.
Vann tveir og tapti tveir
Búgvi kom fyrst at berjast ímóti einum finna. Hendan dystin vann Búgvi, eftir at finnlendingurin fekk ein skaða og noyddist at gevast.
Næsta dystin kom Búgvi móti einum dana, sum nevnist Milan, og hendan dystin vann Búgvi lættliga.
Síðani stóð ein svii fyri tørni, men her gjørdist Búgvi minni maðurin, og sama skili varð, tá Búgvi kom upp ímóti Wofang úr
Týsklandi.
Endaliga úrslitið gjørdist, at Búgvi varð nummar 7 av teimum 30 luttakarunum, og tað segði hann seg vera nøkulunda nøgdan við.
SOC
Tað ganga tó ikki nógvir dagar til næstu altjóða avbjóðingina hjá Búgva Poulsen.
Hetta vikuskiftið er ein kapping í Danmark, sum verður nevnd Scandinavian Open Championships, og har skal Búgvi royna seg saman við Signari Langgaard og André Matras.
Búgvi og André kappast í vektbólkinum -81 kg og Signar í -66
kg.
Kappingin verður í Vejen í døgunum 27. og 28. november.