Búgvi og Gunnar savnast um tónleikin

Hóast tað eru 30 ár á muni millum teir báðar tónleikararnar, spæla teir báðir við í sama bólki. 14 ára gamli Búgvi spælir trummur, meðan 44 ára gamli Gunnar spælir gittar í bólkinum Jam, og teir trívast væl saman

Tað er nakað síðani, at telefonin ringdi hjá trummuspælaranum Jónleifi Jensen. Í horninum var ein tónleikari, sum hevði brúk fyri einum trummuspælara. Meðan tónleikarin greiddi frá sínum ørindum, umhugsaði Jónleif, hvat hann skuldi svara.
Men hann slapp ongantíð at svara, tí fyrispurningurin var ikki ætlaður honum.
Tað var hinvegin sonur Jónleif, sum skuldi upp í bólkin.
? Eg greiddi honum frá, at sonurin var bara 13 ára gamal, men eg lovaði at bera boðini víðari, sigur Jónleif.
Endin var, at tann nú 14 ára gamli Búgvi Jónleifsson Magnussen endaði uppi í hesum bólki, sum gongur undir navninum Jam, og leygarkvøldið var hann á pallinum í Fuglafirði.

Spælt síðani hann var 5
Unglingin hevur spælt til onkrar skúlakonsertir áður, men hann hevur ongantíð áður spælt til so stórt tiltak sum leygarkvøldið. Men tað dámdi honum sera væl, og hann tóktist als ikki vera nervaður av, at nógv fólk lurtaði, og at framførslan varð send beinleiðis í Útvarpinum.
? Eg havi spælt trummur, síðani eg var fimm ára gamal. Eg havi spælt á trummusettið hjá babba, og tað eri eg eisini altíð sloppin, sigur Búgvi.
Aftaná framførsluna leygarkvøldið fekk Búgvi eitt væl uppiborið klemm frá pápa sínum, sum sjálvur er royndur trummuspælari og tónleikalærari.

Javngamlir
Í bólkinum Jam eru eisini tilkomnir menn, og elsti tónleikarin er miðskeiðis í 40'unum. Ber tað til hjá tónleikarum, har tað er so stórur aldursmunur, at spæla í sama bólki?
? Eg gevi mær ikki far um aldursmunin. Eg haldi okkum bara vera javngamlar, svarar gittarspælarin Gunnar Olsen við einum smíli.
Og tað sjón fyri søgn á Prix-tiltakinum leygarkvøldið, at teir meira tilkomnu tónleikararnir í Jam taka sær væl av yngsta tónleikaranum í bólkinum, sum tað ivaleyst verður meira at hoyra til í framtíðini.