Italiumenn søgdu undan seinastu dystunum í bólki C í EM-endaspælinum, at teir stúrdu fyri, at dysturin millum Danmark og Svøríki eftir avtalað spæl fór at enda 2-2, tí júst hetta úrslitið merkti, at bæði tey norðurlendsku liðini komu víðari. Dysturin millum skandinavisku grannarnar endaði 2-2, men tað var tó einki, sum bendi á, at talan var um avtalað spæl.
Danir byrjaðu best
Tað var danska liðið, ið byrjaði dystin nógv betur. Teir báðir vengurnir hjá dønum, Jesper Grønkjær og Martin Jørgensen, høvdu lætt spæl yvir fyri bakkunum hjá svium, og trýstið var stórt á svenska málið fyrstu løtuna. Sviar hinvegin vóru ikki ofta á vitjan framman fyri danska málinum, og tí var tað eisini í tráð við dystargongdina, at Danmark legði seg á odda, tá ið nærum ein hálvur tími var leiktur. Jon Dahl Tomasson lyfti hegnisliga bóltin upp um svenska málverjan, Andreas Isakson, og bólturin dalaði niður í handara málhorn, og so var 1-0. Eftir hetta komu sviar meiri og meiri við í dystin, men hóast teir fleiri ferðir vóru sera nær við, eydnaðist tað teimum ikki at javna, áðrenn farið var til hálvleiks.
Javnaðu beinan vegin
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn settur í gongd, so fingu sviar brotsspark, tá ið danski málverjin, Thomas Sørensen, tók beinini undan Henrik Larsson. Henke sendi sjálvur brotssparkið trygt í netið til 1-1. Hóast sviar høvdu yvirvág næstu løtuna, eydnaðist tað tó aftur dønum at leggja seg á odda, tá ið seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin. Ein skotroynd hjá Kasper Bøgelund bleiv blokkerað í svensku verjuni, men altíð vandamikli Jon Dahl Tomasson var knappur og sendi returin í mál til 2-1. Hetta málið tók fullkomiliga fótafestið undan svium, og tað sum var eftir av dystinum, áttu danir næstan alt, sum tað var. Men tá ið vanliga leiktíðin var um at verða farin, fingu sviar altavgerandi málið til 2-2. Thomas Sørensen helt ikki einum innleggi úr vinstra borði, og so var Brøndby-leikarin Mattias Jonsson klárur og potaði bóltin í mál til 2-2!
Italiumenn í øðini
Í hinum dystinum í bólkinum millum Italia og Bulgaria var kravið til italiumenn, at teir skuldu vinna dystin, og samstundis skuldu Danmark og Svøríki ikki spæla 2-2. Bulgaria tók annars leiðsluna í dystinum við einum brotssparki, sum Martin Petrov sendi í málið stutt fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var bert fáar minuttir gamal, tá ið Perotta javnaði fyri Italia, og tá ið farið var tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, eydnaðist tað Antonio Cassano at skora sigursmálið fyri Italia til 2-1. Italiumenn hildu seg nú hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, men júst í somu løtu komu boðini um, at Svøríki hevði javnað móti dønum, og leikararnir á italska landsliðnum settu seg grátandi á leikvøllin.
Eftir dystin vóru italiumenn í øðini um, at dysturin millum Danmark og Svøríki endaði 2-2, og fleiri teirra vilja verða við, at talan var um avtalað spæl millum grannalondini. Ákærurnar skola oman yvir donsku og svensku landsliðini, og í nátt blivu egg tveitt á bygningin hjá donsku umboðsstovuni í Milano. Eisini hevur italski fótbóltsforsetin, Franco Carraro, alment sagt, at hann ivast ikki í, at talan var um avtalað spæl, men tað verður trupult at prógva tað, sigur hann.
Italsku fjølmiðlarnir eru tó ikki so sannførdir um avtalað spæl, og flestu teirra hava ístaðin vent kanónini móti italska landsliðnum. Fjølmiðlarnir halda, at italska avrikið undir EM-endaspælinum hevur verið undir alt lágmark, og at spælararnir bert kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir nú eru útslignir. Italski venjarin, Giovanni Trappatoni, hevur eisini eftir dystin boðað frá, at hann ikki heldur fram sum landsliðsvenjari.
UEFA avvísir øllum ákærum
Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur tó avvíst øllum ákærum um avtalað spæl, og talsmaðurin hjá UEFA, Rob Faulkner, sigur, at einki verður gjørt við málið.
Í fjórðingsfinalunum skal Svøríki leika ímóti nummar tvey í bólki D, og tað verður antin Týskland, Holland ella Letland. Danmark skal í sínari fjórðingsfinalu leika ímóti Kek