Hann, ið hevur byggifyritøku, er sjálvandi glaður fyri at hita marknaðin enn meira. Tað ger, at prísurin á ta lidnu vøruna verður hildin har uppi, sum tað størsta yvirskotið heldur til. Men hvat halda bygdafólkini, sum royna at flyta til Havnar? Eins og vit, halda tey helst, at prísurin ikki eigur at hækka nógv afturat.
Uttan at kunna siga nágreiniliga, hvat ein nýggj íbúð í Havn fer at kosta, so giti eg, at hon endar við umleið kr. 800.000. Túsund stk. geva tá eina eyka íløgu uppá 800 milliónir. Fyri 100 milliónir kunnu vit fáa somu nøgd, og enntá skjótari.
Fyrst eiga vit nógvar tímar íbúðir. Síðani eiga vit kjallarar, sum eru partvíst innrættaðir, og harafturat kjallarar, sum ikki eru innrættaðir. Men tær eru oman jørð. Nógvar íbúðir kunnu leigast út ímorgin. Nakrar krevja minni íløgur, aðrar krevja størri íløgur. Eg kann ikki vísa til hagtøl, sum siga, hvussu nógvar íbúðir eru tómar, ella hvat tað fer at kosta í miðal, at innrætta hinar kjallararnar. Sjálvur tori eg at gita, at tað fer at kosta í miðal kr. 100.000. Íløgan uppá 800 milliónir er nú minkað niður í 100 milliónir. Men minst til, at eg nú tosi um tær fyrstu umleið túsund, sum í miðal kosta minst at seta í stand.
Umframt fyrimunin við at gera lægri íløgur, eiga vit fyrimunin við, at íbúðir kunnu leigast út longu áðrenn komandi skúlaár byrjar.
Spurningurin er, um politikkararnir vilja hava nakra loysn, tí so hava teir tað minni at fara til val uppá. Men um vit eiga minst tvey tíðindafólk, sum vilja ? og sleppa ? at lýsa málið, sum tað veruliga er, so hava tey húsleysu møguleika, at skilja grundina til, at fólk ikki leiga út, sjálvt um avkom teirra er floygt. Grundin til, at so fá vilja leiga út, er helst, at tey noyðast at rinda skatt, bæði av inntøkunum og av útreiðslunum. Eg kann ikki ímynda mær eitt leigumál, har nettoinntøkan er yvir 30%. Vísir roknskapurin hægri avlop, eru ikki allar útreiðslurnar tiknar við, ella húsaleigan er í serklassa.
Vilja tíðindafólk finna útav, hvat passar og ikki, so kunnu tey seta seg í samband við ein royndan grannskoðara ella annan ráðgeva, sum veit nakað um at byggja hús og halda tey. At spyrja ein politikkara er eingin loysn, tí at verða valdur politiskt, gevur ongan kunnleika av sær sjálvum. Hin fólkavaldi skal fáa upplýsingar til vega, sum so verða grundarlag undir avgerðir hansara. Er hann ikki so frægur, at hann ger tað, skulu tíðindafólk traðka til, og nú hava tit bíðað ov leingi.
Eingin, sum umsitur fíggjarmál, er glaður fyri at lækka nakran skatt. Afturat kemur tað, at embætismenn eru so eymir um mannagongdina hjá sær, at teir síggja eina hóttan í øllum broytingum. Hesaferð havi eg eitt uppskot, sum kann geva meira í lands- og kommunukassarnar, uttan at fleiri almenn størv verða smíðað. Kanska er tað ein ring gerð, men hygg einaferð:
Er ljós og hiti við í upphæddini, skal útleigarin rinda 20% av skatt av allari upphæddini. Er ljós og hiti ikki við, skal hann rinda 25% skatt av allari upphæddini. Hetta svarar nøkurlunda til, at nettoavlopið av húsaleiguni er 40%. Tá hevur tað almenna fingið meira, enn rætt er, men minni enn nú. Og tó haldi eg, at báðir partar hava vunnið. Útleigarin sparir stríðið við at skaffa fram nágreiniligan roknskap, og land og fólk spara ein riðil av óneyðugum starvsfólkum. Hvør vil so rokna út virðið av, at vit longu í ár hava virðilig viðurskifti at bjóða teimum lesandi?