Báðir partar mugu tí loysa marknatrætu sum skjótast

Tað var í juli í fjør, at táverandi bretska stjórnin kom við einum nýggjum útspæli til føroyingar í marknatrætuni. Nú bíða vit eftir einum føroyskum útspæli, sigur bretski orkumálaráðharrin, John Battle

Jan Müller úr Stavanger


John Battle heldur, at samráðingarnar eiga at vera millum ovastu embætismenninar hjá báðum londum, og bert um talan er um veruligar politiskar trupulleikar, eigur málið at verða loyst politiskt.

Hóast Eyðun Elttør sum oljumálaráðharri einki beinleiðis hevur við marknatrætuna við bretar at gera, so var tað tó nettup hann, sum umrøddi spurningin á altjóða oljumessuni í Stavanger í vikuni.

Upprunaliga var innbjóðingin frá norðmonnun til undanfarna løgmann, Edmund Joensen, sum tá bæði umsat marknatrætuna og oljumál. Men eftir at nýtt landsstýri varð skipað, og Føroyar fingu ein oljumálaráðharra burturav, buðu norðmenn bæði løgmanni og oljumálaráðharranum á vitjan.

Mánadagin var Eyðun Elttør úti á boripallinum Veslefrigg saman við eitt nú Alex Buvik, ráðgeva í umhvørvismálum, og Annie á Hædd, sum júst er sett í starv á oljufyrisitingini sum serkøn í jura.

Mikudagin vitjaði Eyðun Elttør á oljuframsýningini saman við Anfinni Kallsberg, løgmanni. Teir vitjaðu á básunum hjá teimum trimum norsku oljufeløgunum Statoil, Norsk Hydro og Saga, og hjá tveimum av teimum stóru norsku oljuídnaðarfyritøkunum, Kværner og ABB. Eisini stukku teir inn á gólvið á føroyska básinum.


Stór bretsk delegatión

Týskvøldið hitti Eyðun Elttør tann bretska orkumálaráðharran, John Battle, sum sjálvur hevði biðið um ein fund við føroyska starvsbróðurin. Bretar vóru sera væl mannaðir til fundin. Teir vildu fegnir tosa um samvinnu á oljuøkinum, men eisini um marknatrætuna, sum liggur sum ein forðing fyri leiting í stórum parti av økinum millum Føroyar og Shetland.

? Tað var fótbólturin, sum dróg okkum saman. John Battle var sera fótbóltsáhugaður og segði við meg, at hann helt við Leeds og eg segði honum, at eg kendi væl hetta fræga bretska liðið, sigur Eyðun Elttør við Sosialin.

Hann vísir á, at teir fyrst tosaðu um orkumál um heild, og var ynski frammi frá bretskari síðu at fáa eitt samstarv í lag á økinum. Men bretar komu rættiliga skjótt inn á spurningin um markið.

Teir løgdu fyri við at viðganga, at marknamálið var ein forðing fyri samstarvi millum londini. John Battle helt fyri, at hóast hetta málið ikki var málsøki hjá orkumálaráðharranum, so kundi tað vera gott, um málið var eitt sindur mýkt á politiskum stigi, og har kundu so báðir oljumálaráðharrarnir vera við til at ávirka bæði bretska uttanríkisráðharran og løgmann, sum umsita málini.

- Um eg geri mítt til at fáa málið loyst, kanst tú so ikki gera títt, spurdi John Battle føroyska starvsbróðurin á fundinum.

Og Eyðun Elttør svaraði, at hann sjálvandi vildi gera tað.


Føroyskt útspæl

Eyðun Elttør greiddi á fundinum bretum frá marknamálinum, soleiðis sum vit síggja tað frá føroyskari síðu, har vit m.a. hava sera tørført við at góðkenna teirra áhaldandi krøv langt inn á føroyska landgrunnin. Annars varð greitt frá tíðarætlanini fyri eini fyrstu útbjóðing í Føroyum.

Hóast talan ikki var um samráðingar um markið, so er greitt, at marknamálið hevur stóran týdning fyri alt oljumálið sum heild. Spurningurin er um, hvussu vit fáa eina gongd á leitingina við Føroyar, og her er marknamálið ein forðing í løtuni, og tað gjørdi Eyðun Elttør bretska starvsbróðurin greitt.

Sosialurin skilir, at føroysku umboðini hava greitt frá støðu føroyinga og sagt frá, at okkurt má henda um ikki langa tíð. Tað ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um eitt møguligt nýtt føroyskt útspæl.

? Vit søgdu bretum, at vit vóna at fáa eina skjóta loysn, soleiðis at tað ber til at fáa tey øki við í eini útbjóðing, sum marknatrætan annars kann verða ein forðing fyri, sigur Eyðun Elttør.


Oljuídnaðurin ótolin

- Bæði eg sjálvur og Eyðun Elttør eru nýggir oljumálaráðharrar í tveimum ymsum stjórnum, og eg má siga, at tað var sera hugaligt at hitta tykkara ráðharra fyri fyrstu ferð. Vit høvdu ein sera góðan fund, sum eg vóni kann vera við til at knýta bæði Føroyar og Bretland nærri saman, nú tá tað verður tosað um at menna oljuvinnuna á Atlantsmótinum, sigur bretski orkumálaráðharrin, John Battle við Sosialin eftir fundin.

John Battle, sum sjálvur hevði biðið um at fáa ein fund við føroyska starvsbróðurin tók eisini málið um marknatrætuna upp á fundinum.

- Talan var sjálvandi ikki um nakrar veruliga og týðandi samráðingar, men vit síggja fegnir, at føroyingar viðgera málið, soleiðis at vit kunnu fáa gongd á aftur samráðingarnar og fáa málið loyst.

John Battle sigur seg vóna, at bretar og føroyingar kunnu finna eina loysn innan árslok.

- Eg eri bangin fyri, at oljufeløgini, sum eitt nú eru við á hesi altjóða oljumessuni, fara aðra staðni at gera íløgu um tey merkja, at tey ikki sleppa í gongd í hesum økinum millum Bretland og Føroyar orsakað av eini marknatrætu.

Og so verður endin tann, at eingin fer at leita eftir olju í økinum.

John Battle sigur, at bæði føroyingar og bretar ynskja at oljufeløgini skulu gera íløgur á Atlantsmótinum, og tí mugu londini eisini fáa loyst marknatrætuna so skjótt sum til ber.

John Battle sigur, at tað er ikki uppgávan hjá ráðharrum, eitt nú sær og Eyðun Elttør at samráðast um markið, tí tað skulu embætismenninir gera.


Bretar bíða eftir føroyskum útspæli

- Tað var undir undanfarnu stjórnini í juli í fjør, at vit frá bretskari síðu komu við einum útspæli. Tað tørvar nú eitt svar frá nýggja føroyska landsstýrinum. Tá vit hava tað føroyska útspælið, so kunnu partarnir aftur fara og tosa um smálutir í málinum.

- Undanfarni løgmaður ynskti málið uppá hægsta politiska stig, tí hann helt samráðingarmøguleikarnar verða úttømdar, er tað ikki rætt at lata málið upp í hendurnar á Blair og hansara starvsbrøðrum í Danmark og Føroyum?

- Lat meg siga tað á henda hátt. Vit hava brúk fyri at uttanríkisráðið er við í hesum máli. Latið teir gera alt forarbeiðið - ?the underground work? og fáa uppskot til loysn á borðið. So kunnu politikararnir semjast aftaná. Eru tað tá veruligir politiskir trupulleikar, so lat okkum royna politiskt at fáa loyst málið.

John Battle sigur, at bretska stjórnin er fús til at brúka allar sínar beru kreftir til tess at fáa loyst málið.


Hitti eisini norska oljumálaráðharran

Eyðun Elttør hitti eisini norska oljumálaráðharran á oljumessuni í Stavanger. Fundurin teirra millum var góður og gjørdi Marit Arnstad føroyska starvsbróðurin greitt, at norðmenn fegnir vilja vera við í eini føroyskari oljuvinnu.

- Øll trý norsku oljufeløgini, Statoil, Norsk Hydro og Saga vilja fegin vera við í leitingini við Føroyar og tað er okkara vón, at marknatrætan skjótt verður loyst, soleiðis at m.a. norsku feløgini sleppa í gongd.