Tað er bókin »Úrmælingur í 20. øld - Óla Jákup millum Garðarnar«, sum Líggjas í Bø hevur skrivað, ið verður løgd fram og ummæld av Jóannes Hansen.
Nógvar áhugaverdar myndir og eisini tekningar frá Rukkulakkanum, sum oftani hevði umrøður av Óla Jákupi, eru við í bókini. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta.
Tað sigst, at um Rukkulakkin okkurt árið ikki hevði tekningar ella viðmerkingar um Óla Jákup, var lagið ringt á honum.
Skáin sær soleiðis út:
Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin
Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg.
Steinbjørn O. Jacobsen, hugleiðir um abban, Óla Jákup Jacobsen
Felagssangur
Jóannes Hansen, lærari, ummælir bókina
Líggjas í Bø, rithøvundur, hevur nakrar hugleiðingar í sambandi við bókina
Felagssangur
Aftaná verður boðin ein kaffimunnur, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.