Í gjár byrjaði tann tann stóra føroyska bókaútsølan fyri áttandu ferð og hon heldur fram til 3. mai.
Hesuferð eru fleiri enn 400 bókatittlar frá 18 ymiskum forløgum drignar fram undan væðingini at velja ímillum bæði til børn og til vaksin.
Prísirnir fara heilt niður í fimm krónur fyri onkrar av bókunum, so møguleiki skuldi verið, at gjørt okkurt gott bókahál.
Nýggjari bøkur
Vanligt var, at føroyska bókaútsølan var 3 hvørt ár, men av tí at tað koma so nógvar bøkur nú, halda fyriskipararnir, at grundarlag er fyri at hava hana oftari.
Reglurnar fyri bókaútsøluna eru, at sama bókin sleppur ikki meira enn tvær ferðir við í lýsingarblaðið - hetta fyri ikki at fylla blaðið við “gomlum” útsølunýggjheitum.
Lýsingarblaðið verður sum vanligt borið út til hvørt húsarhald.
Bókhandlarafelagið saman við Bókadeild Føroya Lærafelags skipar fyri útsøluni. Tað er Grafikstudio sum hevur gjørt lýsingarblaðið hesuferð.
Bøkurnar vera seldar í hesum bókhandlunum: Í Havn Rit & Rák í SMS, H.N.Jacobsens bókhandli og Hjalmar Jacobsens bókhandli, Í Klaksvík í Alfa Bókhandli og Leikalund, Í Runavík í Bókabúðini og í Heimavirkinum í Vagi