Útgávur
? Hetta er eitt serstakt høvið, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
? Bókadeild Føroya Lærarafelgs gevur út nógvar bøkur um árið, men hesuferð er talan um bøkur, sum allar eru uppruna føroyskar.
Barnabøkurnar eru tvær og eisini er ein endurminning.
Bókin Leiku liva ? tá ongin sær kann kallast ein føroysk útgáva av Walt Disney filminum Toy Story. Hetta er fyrsta av tveimum bókum, sum ætlananin er at geva út, og kemur onnur bókin helst út til várs. Liss J. Hansen hevur skrivað bókina. Leikur gera alt møguligt tá ongin sær, og er tað hetta, sum bókin snýr seg um. Tá menniskju eru tilstaðar liggja tær deyðar, sum leikur jú eiga at gera. Leikurnar byggja luftkastellur, liva av sólstrálum og drekka hvørvisaft. Torkil, sum er nevndur í bókini, er sonur Liss. Søgan Leikur liva ? tá ongin sær er bygd á søgur, sum hon hevur fortalt Torkil tá hann var yngri. Eisini hevur Torkil tveir stórar beiggjar og hava teir eisini fingið pláss í bókini
Kuffertfiskurin
Bókina hevur Brynhild Andreassen skrivað. Hon er um 2 kuffertfiskar, sum sjálvandi liva í sjónum. Kuffi, sum vanliga svimur runt í Suðurhøvum, verður sendur á ferð til Føroyar, í tí sambandi, at hann skal bjarga kuffertfiskaættini. Í Føroyum møtir Kuffi Havlisu...
? Eg havi einaferð fyrr týtt eina norska bók til føroyskt, sigur Astrid Andressen, rithøvundurin.
? Tá fann eg útav, at tað var minst líka nógv arbeiði at týða eina bók sum at skriva eina. Og eisini tá tú skrivar eina bók, noyðist tú at vera trúgvur ímóti tekstinum. Ikki ber til at sita og finna uppá ymiskt, um tú heldur okkurt manglar.
Handritið um Kuffa og hini hevur ligið í eini skuffu í langa tíð. Tá bókin upprunaliga skuldi koma út fyri nøkrum árum síðani, fekk Astrid kaldar føtur, men nú er bókin útgivin, og er hon ein annaðleiðis og spennandi barnabók.
Elin Mortensen hevur skrivað endurminningar um heimbygdina Tvøroyri. Barnabókarithøvundirnir geva teirra fyrstu bók út, meðan hetta er 5. bókin Elin Mortensen gevur út. Nógvar gamlar myndir prýða bókina, sum lýsir tíðina tá Elin var ung.
Men er tað ikki ringt at minnast so langt aftur í tíðina?
? Nei, tað er tað ikki, sigur Elin Mortensen.
? Nærum øll familjan hevur eitt gott minni, og fyrr varð tosað nógv við børn. Mamma plagdi at fortelja søgur og tú hevði ikki so nógv rundan um teg tá, sum órógvaði.
Teldutøkningur og bókstavir
Teldutøkningurin Andrias Hammer hevur gjørt eitt telduforrit til børn undir skúlaaldri. Hetta er ein fløga, ið skal læra barnið bókstavirnar við hjálp av orðum, myndi, teksti, spæli og filmum.
Fløgan inniheldur 29 bókstavsfilmir, 29 spøl, 29 myndir og nakrir smærri filmar eru eisini við.
Hetta er vælegnað at brúka í barnagarðinum, heima ella á forskúla. Eisini kann tað verða ein hjálp, um barnið hevur ringt við at læra seg bókstavirnar.
Barnabøkurnar hevur Spf. Hestprent umbrotið og prentað, meðan Einars Prent hevur umbrotið og prentað endurminningarnar av Tvøroyri. Allar bøkurnar og fløgan fáast nú til keyps kring landið.