Bókahugni í Leikalund

Um eina løtu fara høvundar at signera bøkur í Leikalund í Klaksvík.

Nú klokkan 15 og til klokkan 16 signerar Kinna Poulsen bók sína um listamannin Steffan Danielsen, ið er fyrsta bókin av sínum slag um sermerkta Nólsoyarmálarin, sum hann eisini bleiv kallaður.

Frá 16 til 18 fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at signera bind 2 av Klaksvíkar Søgu, sum varð løgd fram fyri stuttum. Í hesum bindi av útgávuni viðger søgufrøðingurin millum annað søguna um reiðararíið hjá JFK

Millum klokkan 18 og 20 í kvøld signerar Petur Jákup Sigvaldsen bókina Hin heimurin 2, har høvundurin greiðir frá ymsum, ið bendir á, at meir er millum himmal og jørð, enn vit vanliga halda