Bókaverk um Mikines setir Føroyar á heimskortið

-Eg skal vegna Mentamálaráðið takka forleggjara og høvundum hjartaliga fyri, at vit við hesi stórtøknu og prýðiligu bókaútgávu hava fingið eitt virðismikið íkast til hesa tilgongd. Við hesum trimum útgávum á føroyskum, donskum og enskum kann kunnleikin um Mikines røkka til norðurlond og eisini tann stóra ensktalandi alheimin segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður á samkomuni, tá bókin um Mikines varð løgd fram. Hann segði annars:

-Tað at Føroya fyrsta professionella listafólk, Sámal Elias úr Innistovu í Mykinesi, kom heimaftur, eftir at akademitíðin í Keypmannahavn var av, var ein fráboðan um, at nýskapandi list skuldi gerast ein samfelagstáttur í Føroyum. Skaldskapin høvdu vit altíð haft, men aðrar listagreinar skuldu sum frá leið gerast ein nýggj dimensjón í mentan okkara. Hetta var í 1932, og líta vit afturá, mega vit ásanna, at tíðin var ikki rættiliga búgvin enn. Hesa ásannan eiga vit at leggja okkum í geyma.

Hóast hesin ungi listamaðurin møtti bæði vælvild og virðing ímillum manna, bar ikki til hjá honum at støðast í Føroyum. Her var ikki eitt listaligt umhvørvi, hann kundi trívast í, og ongar avbjóðingar, hann kundi mennast av. Sum frá leið fór hann at kenna seg einsamallan og avbyrgdan. Endin varð, sum kunnugt, at hann gjørdi av at fara av landinum aftur og búseta seg í stórbýnum, og fjórðingsøld skuldi ganga, áðrenn eitt rættiligt listaligt umhvørvifór at mennast her í Føroyum. Tað er tó eingin, sum ivast í, hvaðani íblásturin til myndirnar kom frá. Her var tað ikki stórbýurin men “periferiin”, sum var avmyndað á løriftinum. Tað tykist sum um, at tað var tað tronga, tað tunga, tað dapra, sum kveikti meðan stórbýarinnar víðskygni, breiðu karmar og listarliga umhvørvi skapti umstøðurnar til at virka í. Ov lítið samband var millum kelduna til íblásturin, Føroyar, og til neyðugu virkiskorini, Keypmannahavn.

Almennur mentapolitikkur snýr seg m.a. um at skapa karmar og umstøður so góðar sum til ber, til tess at listin ikki bert kann kveikjast men eisini búnast og mennast. Tað er av størsta týdningi fyri eina og hvørja tjóð, at tær kreativu kreftirnar kunnu trívast. Fyri land okkara er tað umráðandi, at so mong listafólk sum møguligt kunnu og vilja støðast her heima.

Men eitt er at skapa list, annað at gera hana kenda – at breiða út kunnleika um listina, ímillum manna, men eisini til onnur lond. Um listin skal ikki einans vera bundin at síni samtíð og tí ættarliði, hon er sprottin úr, men eisini røkka víðari til komandi ættarlið, má eitt áhaldandi kunnandi arbeiði gerast. Vit ynskja ikki, at William Heinesen, Mikines og Ingólvur av Reyni og allir hinir mongu listamálarar okkara skulu fara í gloymskuna, Teir skulu framvegis vera ein partur av samleika okkara og av teirri mynd, umheimurin hevur av Føroyum.

Eg skal vegna Mentamálaráðið takka forleggjara og høvundum hjartaliga fyri, at vit við hesi stórtøknu og prýðiligu bókaútgávu hava fingið eitt virðismikið íkast til hesa tilgongd. Við hesum trimum útgávum á føroyskum, donskum og enskum kann kunnleikin um Mikines røkka til norðurlond og eisini tann stóra ensktalandi alheimin. Hetta fegnast vit um. Enn einaferð tøkk øll somul!