Tann 18. julihevi Jóan Pauli Thomasen verið 100 ár. Í hesum sambandi kom út bók um mannin og skaldið. Bókin eitur "Eg lítil sat á móður knæ", og er hetta savn av tí, ið JóanPauli, Palli í Tøðuni nevndur, hevur skrivaði.
Á skránni fríggjadagin vár sangur og frásagnir um mannin og felagssangur.
Arnfinnur Thomasen skrivaði bókina og hann legði eisini fyri útgávudagin, og so varð sangur spældur, ið hevur tekst eftir Palla í Tøðuni, og sum Arnginnur hevur gjørt lag til og dóttir hansara syngur. Framsýningar og fyrilestrar vóru á skránni,m.a. segði Thorleif Augustinussen nøðkur oðrð um mammubeiggjan Palla í Tøðuni.
Bókin fæst nú til keyps og ein fløga við sangi og frásagnum fylgir eisini við.