Bíligasti sáttmálin yvirhøvur

Sáttmálin fyri arbeiði á hotellum, matstovum og gistingahúsum er kanska tann bíligasti sáttmálin millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag yvirhøvur. Hægsta viðbótin fyri arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð er 15 krónur um tíman

Sersáttmálin millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri arbeiði á hotellum, gistingarhúsum, matsovum v.m. er kanska tann bíligasti sáttmálin millum Føroya Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið er galdandi í løtuni.

Hetta sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen.

Grundlønin hjá starvsfólki á matstovum og gistingarhúsum er sambært sáttmálanum tann sama, sum høvuðssáttmálin millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag ásetur. Í løtuni er hesin satsur 83 krónur og 72 oyru um tíman.

Verður arbeitt uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ið er tíðin millum klokkan 8.00 og 17.00, ásetur sáttmálin, at viðbót skal latast afturat vanligu tímalønini.

Her skilir sersáttmálin um arbeiði á hotellum, gistingarhúsum og matstovum seg frá høvuðssáttmálanum millum Arbeiðarafelagið og Arbeiðsgevarafelagið, við tað at viðbøturnar fyri óvanligar arbeiðstíðir eru væl lægri í sersáttmálanum fyri hotell, gistingarhús og matstovur enn í øðrum sáttmálum millum fakfeløgini.


Kvøldar arbeiði gevur lítið

Sersáttmálin fyri gistingarhús og matstovur býtir arbeiðið í tíðini uttan fyri vanliga arbeiðstíð upp í tveir bólkar. Annar er tilrættaløgd tíð, og hin er ótilrættaløgd tíð.

Sambært sersáttmálanum skal arbeiðsætlan gerast fyri 4 vikur ísenn. Hesa ætlan skulu starvsfólk hava í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn hon kemur í gildi. Er arbeiðið uttan fyri vanliga arbeiðstíð ásett í hesi arbeiðsætlan, verður tað mett sum tilrættalagt arbeiði.

Er talan um tilrættalagt arbeiði eitt gerandiskvøld millum klokkan 21.00 og 24.00 skal arbeiðsgevarin lata starvsfólkinum 2 krónur og 50 oyru í viðbót. Er talan um ótilrættalagt arbeiði, er viðbótin 5 krónur um tíman.


10 krónur jólaaftan

Fyri náttararbeiði gerandisdagar millum klokkan 00.00 og 07.00 skulu starvsfólkini á hotellum, gistingarhúsum og matstovum hava 7,50 í viðbót fyri, um talan er um tilrættalagt arbeiði. Eru arbeiðstímarnir ikki við í arbeiðsætlanini, skulu starvsfólkini hava 15 krónur um tíman í viðbót.

Hetta er tann størsta viðbótin, ið sáttmálin ásetur arbeiðsgevarunum at gjalda fyri arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tey, ið arbeiða ólavsøkudagarnar, jólaaftan, 1. mei og aðrar halgi- og merkisdagar, skulu sambært sáttmálanum hava 10 krónur í viðbót um tíman, um arbeiðið er við í arbeiðsætlanini, og 15 krónur, um arbeitt verður uttan at tað er tilrættalagt í arbeiðsætlanini.alan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard