Bíligur batmobilur

Tað vakti ans, tá bilurin hjá Batman varð settur til sølu á uppboðssølu herfyri. Filmurin varð framleiddur í 1995, og við sínum 14 milliónum krónum á príslepanum var bilurin hjá Batman ein av teimum dýraru lutunum í filminum. Á uppboðssøluni kom hægsta boðið tó ikki hægri enn upp á hálva aðru millión, so sigast má, at keyparin fekk sær ein bíligan bil. Hvussu nógv bilurin fer at verða nýttur, er tó ein annar spurningur.